12.03.2009 · Umhvørvismálaráðið

Stjóri settur á Brúkaraumboðnum

Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur í dag avgjørt at seta Andrass Arge í starv sum stjóra á Brúkaraumboðnum.

Andrass er 43 ára gamal, útbúgvin cand. jur., og hevur drúgvar leiðsluroyndir, bæði frá tí privata og tí almenna. Hann starvast í løtuni sum starvsfólkastjóri á Almanna- og Heilsumálaráðnum, og hevur áður verið deildarstjóri á tryggingarfyritøku.

 
Brúkaraumboðið er nýggjur stovnur, sum skal umsita marknaðarføringslógina og sum heild viðvirka til at fremja góðan marknaðarføringssið í Føroyum.
 
Johan Dahl sigur í hesum sambandi:
“Eg eri sera fegin um, at stjórin fyri Brúkaraumboðið nú er settur, og at nýggi stovnurin í næstum kann fara undir virksemið. Eg vóni, at nýggi stovnurin verður væl móttikin av vinnu og brúkarum og at gott samstarv verður við allar partar innan hetta økið.”
 
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Vinnumálaráðið, tlf. 356060.