27.03.2014 · Umhvørvismálaráðið

Starvsfólk í almennum partafeløgum ikki verri treytir enn starvsfólk hjá tí almenna

Ein røð av viðurskiftum bera í sær, at tað ber ikki til at siga, at umstøður hjá starvsfólkum versna, um eitt arbeiðspláss fer frá at vera almennur stovnur til at vera alment partafelag


Hetta lesarabræv er viðmerking til Selmu
Ellingsgaard, forkvinnu í Starvsmannafelagnum.


Í www.in.fo 24.03.2014, hevði Selma Ellingsgaard
viðmerkingar undir yvirskriftini “P/F Skerd starvsfólkarættindi”. 

Hvør skal laga seg til hvønn?
Selma meinar, at umskipanin av almennum stovnum til
almenn partafeløg er eitt stórt afturstig fyri rættindini hjá starvsfólkunum,
t.d. tá tey verða uppsøgd, men at landsstýrismaðurin tó við einum pennastroki kann
rætta mistakið, so at øll almenn starvsfólk verða eins viðfarin soleiðis, at
innlitslóg og fyrisitingarlóg eisini skulu galda fyri almenn partafelag.
Eg eri ikki heilt samdur við Selmu í tí, at alment
sett starvsfólk hava so nógv betri setanartreytir enn starvsfólk á privata
arbeiðsmarknaðinum. Ella, um tað er so, sum Selma tykist at halda - at alment
sett hava betri treytir enn privat sett - er hetta so rætt og rímiligt, kundi
so verið spurt. Og víðari kundi verið spurt: er tað privati arbeiðsmarknaðurin,
sum skal tillaga seg almenna arbeiðsmarknaðinum, ella øvugt, skal almenni
arbeiðsmarknaðurin tillaga seg tí privata?
Uppsagnarreglur líkjast

Heldur ikki eri eg samdur við henni í tí, at júst
somu reglur fyri øll tryggja, at øll verða eins viðfarin.

Øll starvsfólk, bæði á almenna og á privata
arbeiðsmarknaðinum, eiga at fáa eina rætta og rímiliga viðferð, og nettupp tí
kann tað verða órímiligt at viðgera øll yvir ein kamb eftir nettupp somu
reglum, tí umstøðurnar eru ymiskar.

Fortreytirnar og umstøðurnar at virka, eru
grundleggjandi ymiskar fyri almennu fyrisitingina og privata vinnulívið. 

Fyrr var ein stórur partur av teimum almennu
starvsfólkunum settur sum tænastumenn, og setanar- og lønartreytir vóru í
stóran mun ásettar í lóg. Nú er nógv størsti parturin av starvsfólkunum hjá tí
almenna sáttmálasett, og bæði á almenna og privata arbeiðsmarknaðinum verða
setanartreytirnar avtalaðar eftir samráðingar millum partarnar á
arbeiðsmarknaðinum.

Reglurnar um uppsøgn eru tí í stóran mun tær somu á
almenna og privata arbeiðsmarknaðinum, men setanarreglurnar, sum eru galdandi
bæði á almenna og privata arbeiðsmarknaðinum, verða á almenna
arbeiðsmarknaðinum suppleraðar av m.a. formligu reglunum í fyrisitingarlógini,
heruppií reglunum um partshoyring og grundgeving.

Formligu reglurnar í fyrisitingarlógini geva eina
betri verju viðvíkjandi mannagongd í sambandi við t.d. uppsøgn enn reglurnar á
privata arbeiðsmarknaðinum. Hetta er tó ikki tað sama sum, at tað sakliga er
torførari at siga alment settum upp enn privat settum.

Aðrar fyrisitingarligar reglur um t.d. sakligheit og
proportionalitet eru ikki ásettar í fyrisitingarlógini, men framganga av øðrum
óskrivaðum fyrisitingingarligum reglum. Sakligheitskravið framgongur sum ein
fortreyt av formligu reglunum í fyrisitingarlógini.



 

Samsýning við uppsøgn inn í sáttmálar

Fyri privata arbeiðsmarknaðin er eftir
starvsmannalógini krav um, at arbeiðsgevarin skal grundgeva uppsagnir, um biðið
verður um tað, og í sáttmálum á  privata
arbeiðsmarknaðinum, t.d í sáttmálanum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og
Føroya Arbeiðarafelag, er avtalað tað sama um grundgeving, sum ásett er í
starvsmannalógini.

At uppsagnir skulu vera sakligar eisini í almennum
partafeløgum, haldi eg vera eina sjálvfylgju. Ein annar spurningur er, hvørjar
avleiðingar tað skal hava, um tað verður staðfest, at ein uppsøgn er ósaklig. Í
donsku starvsmannalógini er ásett, at arbeiðsgevarin í tí førinum skal rinda
arbeiðstakaranum eina samsýning.

Tað er siðvenja hjá okkum, at setanarviðurskiftini
millum arbeiðsgevara og arbeiðstakara verða avtalaðar millum partarnar á
arbeiðsmarknaðinum, og einki er, sum forðar fyri at t.d. Starvsmannafelagið tekur spurningin upp, um at
fáa tað inn í felagsins sáttmálar, at arbeiðsgevarin skal rinda arbeiðstakaranum
eina samsýning, um tað verður staðfest, at arbeiðstakari er uppsagdur ósakliga.
Á almenna arbeiðsmarknaðinum verða lønar- og
setanartreytir sentralt stýrdar av Fíggjarmálaráðnum, og hetta gevur lítlar og
ongar møguleikar fyri t.d. hægi lønum, enn avtalað í
sáttmálunum. Á privata arbeiðsmarknaðinum er størri rúm fyri smidligheit og
størri møguleiki fyri hægri løn enn ta normalløn, sum ásett er í sáttmálunum.
Grundarlag er tí fyri at halda, at lønirnar hjá limunum í t.d.
Starvsmannafelagnum generelt sæð helst eru hægri á privata arbeiðsmarknðinum
enn á almenna arbeiðsmarknaðinum.

Samanumtikið

Fortreytirnar og umstøðurnar at virka, eru
grundleggjandi ymiskar fyri almennu fyrisitingina og privata vinnulívið. 

Innlitslógin og fyristingarlógin eiga ikki uttan
víðari at galda fyri øll almenn partafeløg, men kunnu verða settar í gildi fyri
almennu partafeløgini, har tað eru serligar grundir til tað.

Setanarreglurnar, heruppií reglurnar um uppsøgn, eru
í stóran mun tær somu á almenna og privata arbeiðsmarknaðinum. Formligu
reglurnar í fyrisitingarlógini, sum supplera setanarreglurnar eftir
sáttmálunum, geva eina betri verju viðvíkjandi mannagongd í sambandi við t.d.
uppsøgn enn reglurnar á privata arbeiðsmarknaðinum, men tað er ikki tað sama
sum, at tað sakliga er torførari at siga alment settum upp enn privat settum.

Reglur um grundgevingar eru ásettar í starvsmannalóg
og í sáttmálum, og uppsagnir í almennum partafeløgum eiga sjálvandi at verða
sakligar, og tað er møguligt í sáttmálum at áseta reglur um avleiðingar, um
sakligheitskravið verður sett til viks.

Orsakað av størri smidligheit á privata
arbeiðsmarknaðinum er grundarlag fyri at halda, at lønirnar hjá limunum í t.d. Starvsmannafelagnum
generelt sæð helst eru hægri á privata arbeiðsmarknaðinum enn á almenna
arbeiðsmarknaðinum.

Sostatt ber ikki til at siga, at ein umskipan av
virkemi hjá tí almenna til alment partafelag hevur við sær verri umstøður fyri
tey starvssettu.

 

 
Johan Dahl
landsstýrismaður