23.06.2014 · Umhvørvismálaráðið

SSL-málið: landsstýrismaðurin hevur fyrisitið á lógligan hátt

Landsstýrismaðurin hevur fyrisitið málið á lógligan hátt, hóast Vinnumálaráðið og landsstýrismaðurin í vinnumálum í ávísan mun kundu havt handfarið eftirlitið við Strandfaraskipum Landsins í 2013 øðrvísi. Hetta er høvuðsniðurstøðan í svarinum, sum Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, í dag hevur latið landsstýrismálanevnd Løgtingsins

Í dag hevur landsstýrismálanevndin hjá Løgtinginum fingið svar frá Johan Dahl, landsstýrismanni í vinnumálinum, uppá kæruna um fyrisiting av Strandfaraskipum Landsins (SSL) í 2013.

Landsstýrismaðurin tekur til sín nakrar av atfinningunum hjá løgtingsgrannskoðarunum frá 1. mai 2014, men í svarskrivinum grundgevur hann samstundis fyri, at hann hevur fyrisitið málið um fíggjarligu støðuna hjá SSL í 2013 á lógligan hátt.

- Gongdin og substansurin í málinum eru neyvt gjøgnumgingin og vurderað. Arbeiðið vísir, at Vinnumálaráðið og eg sjálvur í ávísan mun kundu havt handfarið eftirlitið við stovninum øðrvísi. Hinvegin er hvørki løgfrøðiligt ella rímiligt grundarlag fyri at siga, at málið ikki er fyrisitið á lógligan hátt, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum.

Svarskrivið tekur støðu til eina langa røð av spurningum og viðurskiftum.

M.a. verður staðfest, at upplýsingar frá SSL um fíggjarligu støðuna á stovninum vóru óálítandi, og at VMR tí arbeiddi á skeivum grundarlagi í málinum.

Hvørki landsstýrismaðurin ella VMR vóru vitandi um, hvussu víðfevnt fíggjarliga óskilið á SSL var, og í grannskoðaðum roknskapum og roknskaparprotokollum, ið landsstýrismaðurin og VMR fyrihalda seg til í sínum eftirliti av SSL, framgekk ikki, at fíggjarliga innaneftirlitið á stovninum ikki var í lagi.

- Hetta, at heldur ikki ríkisgóðkenda grannskoðanin var nøktandi, avmarkar í sera stóran mun møguleikarnar hjá landsstýrismanninum og aðalráðnum at útinna sítt eftirlit við stovninum. Tað er órímiligt at vænta, at vit skulu vera grannskoðarar hjá grannskoðanini, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður.

Í svarskrivinum stendur eisini, at avgerandi vitanin um støðuna á SSL kom fram á fundi millum VMR og grannskoðanina 18. og 20. desember 2013. Tá gjørdist greitt, at tað vóru stórir munir millum rapporteringina hjá SSL í Búskaparskipan Landsins og egnu skipan stovnsins.

Atfinningarnar hjá løgtingsgrannskoðarunum er partur av svarskrivinum, sum nevndin hevur fingið í dag. Í tí sambandi grundgevur landsstýrismaðurin m.a. fyri, at hann hevur hvørki skúgvað reglur til viks ella afturhildið upplýsingar fyri Løgtinginum. Víst verður eisini á, at allir viðkomandi partar, herundir løgtingsgrannskoðararnir, vórðu kunnaðir so skjótt, ið til bar.

- Samanumtikið kann sigast, at í ávísan mun kundi handfaringin av eftirlitinum við Strandfaraskipum Landsins í 2013 verið øðrvísi. Tó er greitt, at eftirlitsuppgávan, sum áliggur landsstýrismanninum og aðalráðnum, var meira enn ómetaliga trupul at útinna, tí vit fingu óálítandi og skeivar upplýsingar frá stovninum, og tí, at grannskoðanin, sum yvirskipaða eftirlitið verður grundað á, var ikki nøktandi. Nakrar av atfinningunum frá løgtingsgrannskoðarunum taka vit til okkum, men málið er fyrisitið á lógligan hátt, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum.

Fyri at tryggja opinleika hevur landsstýrismaðurin avgjørt at almannakunngera svarskriv sítt, ið er at finna á heimasíðuni hjá Vinnumálaráðnum.


Leinkja:
Svarskriv til landsstýrismálanevndina 23.06.2014
Fylgiskjøl til svarskrivið