18.04.2015 · Umhvørvismálaráðið

Smyril Line - politiska avgerðin var neyðug og røtt

Smyril Line hevði eitt avlop upp á 36 mió kr. í 2014. Hetta er fjórða árið á rað, har felagið hevur framgongd og vaksandi avlop. Høvuðsorsøkin til góðu gongdina er ein støðugur vøkstur í søluni, fleiri ferðandi, lægri oljuprísir og ein framhaldandi effektivur rakstur.

Felagið hevði við nýggju Norrønu stórar búskaparligar trupulleikar rakstrarliga og fíggjarliga fyrstu árini. Tí vórðu gjørdar nógvar kreppuloysnir og kreditorloysnir, áðrenn landið, Framtak og TF Holding máttu taka um endan við nýggjum kapitali.

Landið, Framtak og TF Holding settu nýggjan partapening í felagið, tá tað stóð til at fara á heysin og seinni komu nýggir privatir partaeigarar við meira peningi ella kapitali.

Landið tók lut, av tí orsøk, at politiska skipanin í hesum serliga føri metti, at nøkur størri samfelagslig virði stóðu upp á spæl og at avleiðingarnar av, ikki at taka lut í einari endurreisn av felagnum, kundu verða sera óhepnar fyri menningina av samfelagnum og vinnuni.

Fyri føroyingar og føroyska vinnu umframt útlendingar, er eitt slíkt sjóvegis samband frá og til meginlandið og Ísland ógvuliga umráðandi. Tí var tað gott, at felagið varð umskipað við hjálp frá landinum og Framtak, og at nýggir privatir eigarar seinni keyptu seg inn í felagið.

Henda kreppuloysn og hjálp til sjálvhjálp-loysn hevði við sær, at hetta stóra flutningsfelag kundi varðveitast í Føroyum og skapa nógv arbeiðspláss, bæði umborð og á landi.

Reiðaríið gevur i dag stórt avlop og er væl rikið, og hevur stóran týdning fyri vinnuliga virksemið í Føroyum.

Smyril Line er ein týðandi aktørur í menningini av okkara ferðavinnu, nú eisini á landi - Skálavík og aðrar áhugaverdar verkætlanir í ferðavinnuhøpi. Eisini hevur felagið eitt gott samstarv við ALS um rekruttering av manning til Norrønu.

Tá vit í dag eftirmeta politisku avgerðina, um tá at endurreisa felagið og bjarga Norrønu, við hjálp við kapitali frá landinum, Framtak og TF Holding, so kunnu vit staðfesta, at henda avgerðin sær út til at hava eydnast væl - og tí var politiska avgerðin neyðug og røtt.

Johan Dahl

landsstýrismaður í vinnumálum