Greiðir fyrimunir eru við at leggja umsitingina av Barsilsskipanini til TAKS. Inn- og útgjalding verða tá savnað á einum og sama stað, eins og tað gerst lættari at taka við teknisku og umsitingarligu avbjóðingunum hjá skipanini.
Í sambandi við tíðindaflutningin um Barsilsskipanina í seinastuni heldur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, at fokus kann setast á fyrimunirnar við at leggja umsitingina av Barsilsskipanini hjá TAKS.
- Fyrimunirnir eru, at umsitingin av Barsilsskipanini frameftir gerst smidligari, sigur Johan Dahl.
Í viðgerðini av málinum er Vinnumálaráðið komið til ta niðurstøðu, at høgligari er, at bæði inn- og útgjalding eru savnað á einum og sama stað, nevniliga hjá TAKS. Sum er, liggur inngjaldingin hjá TAKS, meðan útgjaldingin liggur hjá Arbeiðsloysisskipanini. Umsitingarliga er hetta ikki nøktandi.
Vinnumálaráðið heldur harumframt, at tað frameftir gerst lættari at taka við fyrisitingarligum og tekniskum avbjóðingum og trupulleikum í Barsilsskipanini, tá hon um ársskiftið skal liggja hjá TAKS.
Viðurskiftini kring flytingina av umsitingini av Barsilsskipanini hevur verið viðgjørd partanna millum. Í hesum sambandi hevur Arbeiðsloysisskipanin uppsagt umsitingaravtaluna millum Vinnumálaráðið og Barsilsskipanina at fara úr gildi 1. januar 2011 og sett treytir um, hvat skal verða avgreitt, um Arbeiðsloysisskipanin framhaldandi skal umsita Barsilsskipanina.
- Bæði politiskt og fyrisitingarliga liggur okkara fokus á, at Barsilsskipanin skal vera ein góð skipan fyri arbeiðsmarknaðin og fyri javnstøðu. Hetta er tað týdningamesta. Vit virka eisini fyri, hvussu skipanin kann gerast uppaftur betri, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum.
Fleiri upplýsingar eru at fáa frá Vinnumálaráðnum, tel 306600.