04.03.2010 · Umhvørvismálaráðið

Skráseting av útlendskum íleggjarum hjá Invest in the Faroes

Invest.fo hevur arbeitt við at skráseta allar útlendskar íleggjarar sum virka í Føroyum ídag.

Invest in the Faroes hevur arbeitt við at skráseta allar útlendskar íleggjarar, sum virka í Føroyum í dag.  Endamálið við skrásetingini er fyrst og fremst at fáa vitan um, hvat dregur hesar íleggjarar til Føroyar.

Ætlanin er, at Invest in the Faroes í hesum mánaðinum fer at seta seg í samband við hvønn einstakan útlendskan íleggjara fyri at hoyra teirra sjónarmið, um tað at vera íleggjari í Føroyum.
Invest in the Faroes hevur fingið fitt av verkætlanum, sum leita eftir íleggjarum. Ætlanin er, at hesar verkætlanir verða lagdar fram fyri verandi útlendskum íleggjarum í Føroyum, fyri at vita um hesir eru áhugaðir at gera íløgur í verkætlanirnar.  
Johan Dahl, landsstýrismaður á økinum, sigur:
at tað hevur stóran týdning at kenna útlendsku íleggjararnar, sum longu virka í Føroyum. Verandi íleggjarar kunnu samanberast við kundar í einum handli. Eitt og hvørt handilsfólk veit, at tað er nógv lættari at fáa verandi kundar at keypa meira vørur í handlinum, enn tað er at skaffa nýggjar kundar til handilin. Verandi íleggjarar kenna Føroyar, og teir kenna vinnukarmarnar her, sostatt er tað avgjørt ein gongd leið at hava tætt samband við hesar”.