Føroysk virki hava leingi ynskt at sleppa at útflyta fiskavørur til Brasil, og nú er væntandi, at Heilsufrøðiliga starvsstovan verður góðkend sum skikkaður eftirlitsmyndugleiki.
Føroysk virki, sum vilja útflyta fiskavøru og fiskaúrdrátt til Brasil, skulu boða Heilsufrøðiligu starvsstovuni frá innan 18. juni 2019, soleiðis at Heilsufrøðiliga starvsstovan kann góðkenna og seta virkini á sonevnda Brasil listan. Gjørt verður vart við, at virki, sum vilja útflyta til Brasil, skulu frammanundan vera á ES listanum.
Brasilski matvørumyndugleikin MAPA kemur til Føroya á eftirlitsvitjan í heyst, við tí endamáli at góðkenna Heilsufrøðiligu starvsstovuna sum skikkaðan eftirlitsmyndugleika.
Brasilska vitjanin í Føroyum varir 10 arbeiðsdagar. Tvey eftirlitsfólk frá MAPA vitja og kanna Heilsufrøðiligu starvsstovuna, og saman við umboðum frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni verður farið á eftirlitsvitjan á 10 ymiskum fiska- og alivirkjum, verksmiðjuskipum og alibrúkum.
Á vitjanini skulu brasilsku myndugleikarnir kanna og góðkenna føroyska matvøruframleiðslu og eftirlitið hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, við tí fyri eyga at fáa ein regluligan føroyskan útflutning til Brasil í lag. Við væntaðu góðkenningini verður tað Heilsufrøðiliga starvsstovan, sum verður skikkaður eftirlitsmyndugleiki mótvegis myndugleikanum í Brasil, MAPA.
Avgerð verður tikin um, hvar MAPA og HFS fara á eftirlitsvitjan, tá freistin um tilmelding til brasilska listan er farin, og greitt er, hvørji virki hava ætlanir um at útflyta til Brasil.
Eftilitsvitjanirnar verða lagdar til rættis soleiðis, at vitjað verður á einum virki av hvørjum slagi, sum á tann hátt umboða hini virkini innan somu framleiðslu.
Eftir ætlan kemur brasilski myndugleikin á eftirlitsvitjan í september 2019.
Nærri fæst at vita frá Maluni Nicolinudóttir Mikkelsen, deildarleiðara á Matvørudeildini hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, www.hfs.fo