11.12.2014 · Umhvørvismálaráðið

Skipanin við uppihalds- og arbeiðsloyvi til borgarar úr ES-londum er sett í gildi aftur

Sagt verður frá, at serliga skipanin við uppihalds- og arbeiðsloyvi til borgarar úr ES-londum er sett í gildi aftur, nú arbeiðsloysið er undir 3.5%.

Skipanin er galdandi fyri alla arbeiðsmegi úr ES londum.

Á heimasíðuni http://www.nyidanmark.dk/ – arbejdsophold på Færøerne,  verður kunnað um skipanina, og har eru eisini neyðug umsóknarbløð at fáa.