Landsstýrismaðurin í vinnumálum – saman við landsstýrismanninum í fíggjarmálum - skiftir orð við fakfeløg um, hvørt tað er neyðugt at tryggja eina betri javnvág millum føroyingar og aðrar norðurlendingar á føroyska arbeiðsmarknaðinum
Eigur hitt almenna at gera reglur, ið javnseta føroyska og aðra norðurlendska arbeiðsmegi á føroyska arbeiðsmarknaðinum?
Hetta er ein høvuðsspurningur, ið Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, fer at umrøða á fundi við føroysk fakfeløg hesa vikuna.
Javnbjóðis og skipað viðurskifti
Tað kann gerast ein trupulleiki, um arbeiðstakarar, sum í eitt avmarkað tíðarskeið eru í Føroyum at arbeiða fyri útlendskt virki, verða bodnir lønar- og setanartreytir, sum eru munandi verri enn tær, ið eru galdandi á føroyska arbeiðsmarknaðinum.
“Útlendingar uttan fyri Norðurlond, sum koma til Føroya at arbeiða, skulu ganga undir lønar- og setanartreytir, ið eru á okkara arbeiðsmarknaði. Nú er spurningurin, um vit skulu víðka reglurnar til eisini at fevna um norðurlendingar”, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum.
Hann leggur dent á, at tað møguliga kann gerast neyðugt gera reglur, ið tryggja, at undirbjóðing ikki fer fram á marknaðinum, eitt nú tá útlendsk virkir bjóða upp á arbeiði, serliga byggiarbeiði, í Føroyum.
Málið er at fyribyrgja, at norðurlendskum arbeiðstakarum verða boðnar ógóðtakiliga lágar lønir og aðrar setanartreytir samanborið við tær, ið vanliga verða boðnar føroyskum arbeiðstakarum.
“Sum myndugleiki hevur landsstýrið áhuga í, at javnbjóðis og skipað viðurskiftið eru á føroyska marknaðinum”, sigur Johan Dahl.
Munur á norðurlendingum og øðrum útlendingum
Spurningurin um undirbjóðing o.a. er viðkomandi í mun til norðurlendskar arbeiðstakarar.
Í dag verða ikki sett serlig krøv til lønar- og setanartreytir hjá norðurlendskum arbeiðstakarum í útlendskum virkjum, ið hava sínar egnu arbeiðstakarar við sær til Føroya í avmarkaða tíð at fremja t.d. bygging, umbygging ella umvæling, sum virkini hava bjóðað uppá.
Sami trupulleiki er ikki, tá tað snýr seg um arbeiðstakarar frá øðrum londum enn Norðurlondum.
Eftir útlendingalógini skulu aðrir útlendingar enn norðurlendingar hava arbeiðs- og uppihaldsloyvi fyri at arbeiða í Føroyum. Í uppihalds- og arbeiðsloyvinum verður sett sum treyt, at lønar- og setanartreytirnar eru samsvarandi sáttmálunum á føroyska arbeiðsmarknaðinum.