05.05.2017 · Umhvørvismálaráðið

Sjómatur úr norðurhøvum á dagsskránni í Brússel

Sjómatur úr norðurhøvum á dagsskránni í Brússel

Í sambandi við stóru altjóða ráðstevnuna Seafood Expo Global í Brússel skipaði Sendistova Føroya, saman við umboðsstovuni hjá Norðurnoregi í Brússel, tann 26. apríl fyri tiltakinum ”Seafood from the High North - sustaining and enhancing the EU market”. Yvir 100 fólk umboðandi ES myndugleikar og Evropatingið, aðrar sendistovur í Brússel og ymiskar fyritøkur og feløg luttøku á tiltakinum, ið varð hildið á Thon Hotel EU.

Føroyar og Norðurnoreg eru millum størstu útflytararnar av fiskavørum til ES. Endamálið við tiltakinum var at seta sjóneykuna á sjómat úr norðurhøvum og útflutning og vøruframleiðslu til ES marknaðin.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, lýsti í sínari framløgu týdningin fyri føroyska samfelagið at fáa meira burturúr okkara dýrabara havtilfeingi. ES marknaðurin er framvegis tann størsti fyri Føroyar, tó er lutfalsligi týdningurin minkaður nógv undanfarnu 10 árini. Landsstýrismaðurin vísti á, at fiskiveiði og handil eru tvær síður av somu søk. Hann segði seg síggja góðar møguleikar fyri at styrkja samstarvið við ES, til tess at menna útflutning av dygdarvørum til brúkarar í Evropa, ikki minst, tá talan er um framleiddar vørur frá fiskastovnum í norðurhøvum, sum ES, Føroyar og onnur strandalond umsita í felag.

Millum aðrar røðarar vóru Elsbeth Tronstad, norskur vararáðharri í fiskivinnumálum, ið, eins og Høgni Hoydal, eisini legði dent á týdningin av at tryggja betri atgongd fyri allan sjómat til ES marknaðin.

Bernhard Friess, stjóri fyri sjóvinnu og bláum vøkstri í fiskivinnuumsitingini hjá ES nevndini, og starvsfelagi hansara, Chiara Bacci, greiddu frá um sølutreytir og brúkarakrøv fyri fiskavørur á ES marknaðinum, við støði í eini nýggjari brúkarakanning um sjómat í ES londum, ið varð kunngjørd í januar í ár. Kanningin vísir hví og hvussu brúkararnir keypa fisk ella ikki, og hvørjir munir eru við atliti at tjóðskapi, aldri, inntøku og øðrum.

ES umboðini tóku bæði fram, at kennir mann marknaðin nóg væl, eru stórir møguleikar fyri at vaksa um ES marknaðin fyri mati úr sjónum og fáa nógv fleiri fólk at eta fisk.

Tiltakið var ikki minst eitt høvi hjá umboðum úr fiskivinnuni, bæði í ES, úr Føroyum og Norðurnoregi, at greiða frá sínum royndum og sjónarmiðum fyri at menna evropeiska marknaðin fyri sjómat.

Gus Passtor úr Niðurlondum hevði framløgu um nýstovnaða ráðgevandi ráðið um marknaðarviðurskifti (Market Advisory Council), har hann er formaður, umframt at hann er forseti í evropeiska felagnum fyri fiskaframleiðarar. Sambært ES felags fiskivinnupolitikkinum eru ráðgevandi ráðini samansett av umboðum frá vinnulívinum og øðrum viðkomandi áhugabólkum og uppgáva teirra er at ráðgeva ES nevndina um teirra serøki. Hóast henda nevndin er nýliga komin í gongd, sá Pastoor einki í vegin fyri, at umboð frá vinnuni í Føroyum og Noregi fáa møguleika at vera við sum eygleiðarar, og soleiðis fáa høvi at deila síni sjónarmið við vinnuna í ES.

Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, og Tórheðin Jensen, umsitingarleiðari hjá Varðanum, høvdu bæði framløgur, har tey lýstu møguleikar og forðingar fyri størri virðisøking av fiskavørum í Føroyum. Eisini vóru tvey umboð frá vinnuni í Norðurnoregi, sum greiddu frá sínum sjónarmiðum og virksemi.

Luttakararnir fingu høvi at smakka forkunnugar brellbitar úr besta føroyska og norska sjómati, umframt øl frá Føroya Bjór og Okkara. Norski kokkurin Per Theodor Tørrissen úr Mosjøen í Norðurnoregi borðreiddi við m.ø. lakaðum føroyskum makreli og “poke” úr laksi.

Meir kunning um virksemi hjá Sendistovu Føroya til Evropa Samveldi fæst á Facebook vangamyndini hjá sendistovuni.

Skráin

Framløgurnar:

Myndir: