Tú kanst siga tína hugsan um tey 23 ítøkiligu átøkini fyri at fáa vøkstur og virksemi í samfelagnum.
Vøkstur og virksemi
Vinnumálaráðið hevur í eina tíð arbeitt við eini vakstrarætlan, undir heitinum “Vøkstur og Virksemi”. Endamálið við vakstrarætlanini er at økja um virksemið í landinum innan rímiliga stutta tíð og harafturat at tryggja framhaldandi vøkstur. Vakstrarætlanin inniheldur 23 ítøkilig átøk og fevnir hon um fleiri ymiskar vinnugreinar – bæði tær meira siðbundnu og nýggjari vinnur.
Vit vilja fegin hoyra tína hugsan. Her kanst tú síggja átøkini, sum ætlanin er at fremja.