Røða, ið Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, helt á ráðstevnuni Maritimt Forum
Skal fyrst takka fyri at verða bjóðaður til slíkt tiltak, sum verður framt í góðum samstarvi millum vinnu og tað almenna.
Eg minnist væl, hvussu hugaligt tað var, tá byrjað varð í áttatitárunum at uppbyggja eina føroyska sjóvinnu bæði við vanligum fraktskipum og spesialskipum. Sum so mangan, so eydnast ikki við fyrstu royndini. Kanska kundi tá verið farið annarleiðis fram og eisini fyri at bjarga nýggju vinnuni, men farið er farið, vit skulu bert leggja okkum eftir at læra av góðum sum ringum royndum.
Fyrst í nítiárunum varð stovnað Føroya Altjóða Skipaskrá við tí endamáli at byggja upp eina føroyska sjóvinnu. Nakað av skipum er í hesi skránni, men helst er man ikki farin so heilhjartaður undir hetta, at tað hevur verið møguligt at skapt eina vinnu, sum potentiali er til. Tó so, við tí virksemi er á hesum øki, verður roknað við, at henda vinnugreinin hevur ein umsetning upp á einar 150 – 200 mió. kr.
Nú er so aftur semja um veruliga at skapa karmar fyri eina kappingarføra altjóða føroyska kvalitets skipaskrá, og fyrsta tekinið um, at meint var nakað við hetta, var broytingin í skattingini av sjófólki undir FAS.
Fyri at røkka hesum máli hevur Vinnumálaráðið sett sær fyri hesir málsetningar í víðari arbeiðinum við FAS:
- Skip, skrásett í FAS, skulu vera frítikin fyri øll gjøld uttan tey gjøld, sum man positivt hevur tikið avgerð ella lóggivið um, skulu gjaldast
- Umsitingin á økinum verður samskipað soleiðis, at vinnan einans nýtist at fara gjøgnum eina inngongd – eisini elektróniskt – og at øll viðurskifti skulu kunna avgreiðast á einum stað, skjótt og væl
- At lógir og reglur á økinum verða tillagar so hvørt, tørvur er á tí
- At bjóðaðar verða relevantar útbúgvingar og eftirútbúgvingar
- Aktiv marknaðarføring av skipanini.
Ein týðandi fortreyt fyri røkka hesum málum er, at tað fer at eydnast at skapa samstarv og felags fatan millum týdningarmiklu ráðini á økinum – Fíggjarmálaráðið, Mentamálaráðið og Vinnmálaráðið - umframt millum tað almenna og vinnuna.
Konjunkturar broytast og harvið eisini fortreytirnar fyri sjóvinnuvirksemi. Men Føroyar hava ein avgjørdan og støðugan kappingarfyrimun, og tað er okkara vælkvalifiseraða sjófólk. Harumframt hava vit eisini fólk við góðari útbúgving og royndum, sum kunnu standa fyri at lofta og skapa avleitt virksemi av hesi vinnu.
Ein av stóru avbjóðingunum í sambandi við at uppbyggja eina altjóða føroyska skipaskrá er at bera so í bandi, at tað samstundis verður skapt týðandi avleitt virksemi. Hetta er ein spurningur, sum vit hava tikið upp við vinnuna, og kann eitt av amboðunum vera krav um at hava umboðsmann í Føroyum og kanska eisni stjóra og ella nevndarlim sum treyt fyri skráseting.
Tá ið hugsað verður um, at 90% av øllum vørum í heiminum verða fluttar sjóvegis, sigur tað seg sjálvt, at bert hugflogið setir mørk fyri potentialið hjá okkum at menna eina vinnu á altjóða skipaskrásetingarøkinum, tá ið hugsað verður talið av fólki í Føroyum, sum hava útbúgving, royndir og sambond innan sjóvinnu.
Við at gera FAS til eitt innsatsøki kunnu vit uppá sikt fáa núverandi skattainntøkur og brúkaragjøld fyri tænastur frá maritimu fyrisitingini at líkjast einum viðfáningi.
Vit kunnu bjóða okkara sjófólk og serliga komandi ættarliði víðkaðar møguleikar at sigla við FAS-skipum og at taka størri lut í alheims shippingvirksemi, har teirra útbúgving og royndir eru ein virðismikil og eftirspurd vøra, við tí fyri eyga at arbeiða fyri føroyskar og altjóða fyritøkur ella sum grundarlag fyri at byrja egna fyritøka.
Fólk við tekniskum kunnleika kunnu bjóða seg til at hava eftirlit við skipum og serútgerð um borð á skipum og annars veita tekniskar tænastur í hesum sambandi.
Grannskoðarar og advokatar kunnu bjóða seg fram innan roknskapartænastu og ráðgeving viðvíkjandi skatting og løgfrøði í sambandi við skráseting og skiparakstur annars.
Í sama viðfangi verða møguleikar at troyta sum føroyskur umboðsmaður hjá skrásettu skipunum.
Harafturat er tað so, at um vaksandi eftirspurningur, sum lýst omanfyri, verður eftir kønum fólki, so krevur tað menning av verandi útbúgvingarskipan okkara bæði til góðsku og stødd, og vil tað, alt annað líka, hækka støðið í útbúgvingarskipan okkara og kanska enntá føra við sær, at nýggir útbúgvingarmøguleikar her heima verða veruleiki og ein liður í at fáa komandi ættarlið at virka og liva í einum endurnýggjaðum og dynamiskum Føroyum.
Um Føroyska Altjóða Skipaskráin skal leggja seg eftir ávísum sektorum innan skipavinnu so sum frálandavinnu, bulkflutning, tanga- ella kemikaliuskip ella ferðavinnuskip skal eg ikki gera meg klókan uppá, tað fer at vera upp til leiðsluna á FAS við góðum ráðum frá vinnuni.
Umframt at tað almenna skal skapa omanfyri umrøddu karmar fyri raksturin av skipunum, kann tað eisini koma upp á tal at kanna, hvussu tað kunnu skapast betri karmar fyri fígging av bygging av skipum til hesa vinnuna.
Víst er á, at tað er umráðandi við samstarvi millum tað almenna og vinnuna, og er hetta eisini ein avgjørd fortreyt fyri at henda satsingin skal eydnast – tað almenna og vinnan skulu lyfta uppgávuna í felag. Lyfti mítt í dag skal vera, at um vinnan framvegis megnar at gera sín part sum higartil, so skal Føroya Landsstýri loypandi í samráð við vinnuna eisini áhaldandi gera neyðugar tillagingar í kørmunum kring hesa vinnugrein.
Mín vón skal vera, at Føroyar við hesum átøkum frá vinnuligari eins og almennari síðu verða settar á heimskortið sum ein sjóvinnutjóð, ið væl áðrenn 2015 er meira ”blátt” enn tey londini, sum okur í hesara vinnu samstarva og kappast við!
Góðan byr og takk fyri!