SHEFA-2 kaðalin, ið bindur Føroyar í skotska meginlandið umvegis Hetland og Orknoyggjarnar, er tikin í nýtslu. Tað var Bjørt Samuelsen, landsstýriskvinna, sum tendraði kaðalin.
Landsstýriskvinnan fegnaðist um, at Føroyar nú hava fingið eina samskiftisfarleið, sum afturat FARICE-kaðalinum veitir vinnuni og privatu brúkarunum trygt og gott samband við umheimin.
Landsstýriskvinnan helt hesa røðu:
Mangt broytist á mansins ævi, og fáar eru tær vinnur, har broytingarnar ganga so skjótt sum innan samskiftisvinnuna. Ja, tað, at borgararnir og vinna hava atgongd til og evna at taka til sín nýggja samkiftistøkni, verður mett at verða aðaltreytin fyri skjótari menning av einum samfelagi og kappingarførari vinnu í dag.
Minnist sjálv tá eg sum smágenta var og vitjaði ommu og abba mín heima á Sandi, og spelaði oman á telfonstøðina, har hin smarta telefondaman sat og helt skil á leidningunum og vísti mær inn í klivan til telefonina, har telfonboð vóru norðuri úr Havn.
Líti grunaði óvitin at hennara egnu børn fá tíggjuár seinni fóru at ganga við telefon í lummanum, og hava hug at skifta hesar út eins ofta og tannbustina, fyri at kunna vera ajour við nýggjasta móta og møguleikarnar.
Tøkniligu frambrotini eru í okkara tíð dagliga avbjóðingin. Ei dáni í at Tróndur gamli suffandi legði seg aftur, eftir at Geyti hevði borið honum tíðindini um standin og “frambrotini” í landinum, har hann einaferð ráddi fyri borgum.
"...teir tosa úr Gøtu og suður í Vág
úr Føroyum til Hetlands eitt ílatog lá
hin 'rómarski' pávin lá deyður ein dag
brátt vistu teir tað."
“Ílatogið” var fyrsti telegrafkaðalin millum Føroyar og umheimin, sum eisini lá til Hetlands, og sum varð tikin í nýtslu í 1906.
Nærum 100 ár eru liðin síðani Tróndur Olsen yrkti vísuna um Gøtutrónda. Tá mundi tað hóast alt ganga tímar ella dagar frá tí at pávin doyði, til boðini frættust her heima. Men við dagsins samskiftistøkni nýtist ongum okkara at bíða til tíðindini klokkan 18 ella 19. Vit vita um pávin er deyður, um írar søgdu ja ella nei Mancherster vann á Tottenham, ella Britney Spears tapti foreldrarættin í somu løtu avgerðin er fallin.
Telefonin er ikki longur bert til samrøður og teldan til at skriva og samskifta við. Samskiftisamboðini eru samanrunnin og eru okkara tíðindaberi, planleggjari, skrivari og áminnari.
I can’t imagine living without you – hugsa vit inniliga um tøkniliga makan - nýggjasta undrið. Bert fyri stokkuta stund seinni at tráa eftir tí allar nýggjasta innan teldutelefonir, telefonteldur ella hvussu vit skulu rópa multisamskifistøkina – hana, tú bara mást eiga.
Í 1971 var hin fyrsti SHEFA-kaðalin millum Føroyar og Hetland varð tikin í nýtslu. Hetta frambrotið fyri okkara samskifti við umheimin hevði kapasitet til heili 480 talirásir í senn. Kaðalin slitnaði í 1994, um sama mundið sum Cantat-3 kaðalin varð tikin í nýtslu.
Triðingsøld seinni standa vit klár til at trýsta á knøttin og “tendra” spildurnýggi SHEFA-2 kaðalin. Vit eru langt síðani farin frá at rokna kapasitetin sum tal á telefonsamrøðum, tí nú ræður um hvussu skjótt digital data kunnu flytast gjøgnum kaðalin.
Hesin kaðalin hevur ein kapasitet uppá 57x10 gigabit um sekundið. Tað er sum tá roknað verður uppá fjarstøðu millum stjørnurnar. Ein hevur ilt við at fata so stór tøl, samstundis sum ein veit, at hetta er als ikki endin - kapasiteturin kann og fer at vaksa í framtíðini.
Hesin kaðal er enn eitt frambrot fyri føroyska samskiftið, og fer at veksa munandi um orkuna. Men líka týdningarmikið er tað, at vit framyvir hava vit tveir kaðalar við stórum kapasiteti, nevniliga FARICE og SHEFA-2, sum báðir einsamallir nøkta samskiftistørv okkara við umheimin. Hetta gevur góða trygd fyri brúkaran.
Nýggi kaðalin gevur møguleikar at bjóða samskiftistænastur til økini nærindis kaðalinum - eitt nú til boripallar og til Hetland og Orknoyggjar.
Og SHEFA-2 kaðalin er ein farleið, til aðrar møguleikar. Eitt nú hava vitanartungar vinnur tørv á at flyta stórar mongdir av dáta millum Føroyar og umheimin fyri ein rímiligan penga.
Sum Vinnumálaráðharri fegnist teir vinnumøguleikar, sum útbygdu samskiftismøguleikarnir geva, og eg vóni og vænti, at tænasturnar og tilboðini til okkara vinnufyritøkur og borgarar fylgja við øktu teknisku møguleikunum.
Tillukku Føroya Tele og tillukku føroyingar við nýggju samskiftisleiðini.
Bjørt Samuelsen
Landsstýriskvinna í vinnumálum
3. juli 2008