Hesa vikuna hava føroysku sendifólkini verið savnað heima í Føroyum, við tí endamáli at viðgera mál og samskipan av arbeiðinum í Uttanríkistænastuni. Talan er um afturvendandi tiltak.
Eisini varð høvi brúkt at hava viðkomandi kunningarfundir. Týsdagin 14. mars var skipað fyri kunning fyri løgtingslimir um viðurskifti viðvíkjandi bretsku úrmeldingina úr ES, eisini nevnt Brexit, og hósdagin 16. mars var tiltak undir heitinum Útflutningsdagur í Vinnuhúsinum, har ið landsstýrismaðurin innleiddi, og sendifólkini kunnaði um teirra virksemi við atliti at samstarvsmøguleikum við føroyskar fyritøkur.