20.01.2017 · Umhvørvismálaráðið

Semja um yvirtøkutilgongd

Semja um yvirtøkutilgongd

Í dag var fundur millum Poul Michelsen, landsstýrismann í uttanríkis- og vinnumálum, og danska samferðslumálaráðharran, Ole Birk Olesen, viðvíkjandi yvirtøku av loftferðsluøkinum.

Poul Michelsen og Ole Birk Olesen samdust á fundinum um, hvussu tilgongdin fram ímóti yvirtøkuni verður skipað.

Talan verður um ein tvíliðaðan leist:

  • Í fyrsta umfari verður arbeitt við at føroyskir myndugleikar skulu umsita uppgávur sum almenna danska fyritøkan, Naviair, í dag røkir í sambandi við flogferðslu til og úr Vága floghavn; og
  • Í øðrum umfari verður farið undir at greina allar tættir viðvíkjandi tøkni, lóggávu, altjóða viðurskiftum v.m., sum krevja at verða lýstir, áðrenn yvirtøkan av málsøkinum flogferðsla endaliga verður framd.

Tað eru føroyskir myndugleikar, sum leiða arbeiðsbólkin, og fyrsti parturin av arbeiðinum verður eftir ætlan liðugur í summar.

Poul Michelsen og Ole Birk Olsen umrøddu eisini spurningin viðvíkjandi føroyskari luttøku í felags evropeiska loftferðslusamstarvinum, FELO. Roknað verður við, at umboð fyri danskar og føroyskar myndugleikar hitta ES kommissiónina í næstum fyri at umrøða, hvussu komast kann víðari við málinum.