Poul Michelsen, landsstýrismaður, tók í dag lut a fundi, sum Kommunufelagið og Visit Faroe Islands skipaðu fyri. Endamálið við fundinum var at seta sjóneykuna á, hvussu land og kommunur skilabest kunnu samstarva um ferðavinnuna og viðgera hvussu ferðavinnan verður skipað á bestan hátt fyri land, kommunur, vinnulív og ferðafólkini, sum leita sær til Føroya.
“Um land og kommunur samstarva neyvt, hava vit allar fortreytir fyri at gera ferðavinnuna til eina sólskinssøgu. Koma vit rætt frá byrjan, kann ferðavinnan kasta nógv av sær kring alt landið. Kommunurnar hava bæði eina stóra ábyrgd og góðar møguleikar at stuðla uppundir eina væl skipaða ferðavinnumenning, millum annað við at menna undirstøðukervið, samskipa ferðavinnutilboð og kveikja íverksetarahugin hjá borgarum í økinum.”
“Landið er ein fúsur viðleikari, men natúrlig og sunn menning krevur, at átøkini koma frá vinnuni, borgarum og kommununum, har menningin skal henda,” segði Poul Michelsen.
Eisini legði landsstýrismaðurin dent á, at ferðavinnan í Føroyum eigur at leggja seg eftir dygd heldur enn nøgd, tá talan er um ferðafólk.
“Náttúran er høvuðsvøran, vit hava at bjóða, og verja vit ikki hana, máa vit grundarlagið undan ferðavinnuni beinanvegin.”
Fyri fundarlok var orðaskifti um millum annað nýggju skipanina, sum eggjar kommunur til at søkja um stuðul frá Menningardeildini hjá Visit Faroe Islands til ferðavinnuátøk og verkætlanir kring landið og spurningurin um betur at skipa viðurskiftini viðvíkandi gongd í haga og náttúruvernd vórðu umrødd.
Umleið 600 ársverk eru í dag í føroysku ferðavinnuni, sum umsetur fyri 600 milliónir um árið. Eini 100,000 ferðafólk vitja Føroyar árliga.