04.02.2009 · Umhvørvismálaráðið

Samráðingar um at skipa Føroyar, Danmark og Grønland í eitt felags tryggingarøki

Landsstýrismaðurin í vinnumálum slóðar fyri samstarvi millum Føroyar, Danmark og Grønland, ið ger tað møguligt hjá tryggingarfeløgum at reka tryggingarvirksemi í londunum hvør hjá øðrum

Í næstum fara Vinnumálaráðið, Trygginareftirlitið og danska Fíggjareftirlitið at tingast um, hvussu Føroyar, Danmark og Grønland kunnu gera sínamillum avtalu um, at tryggingarfeløg kunnu reka trygginarvirksemi í londunum hvør hjá øðrum.
 
Hetta er greitt, eftir at Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, og Lene Espersen, vinnumálaráðharri í Danmark, eru vorðin samd um, at slík avtala eigur at verða gjørd.
 
Í brævi til Johan Dahl, landsstýrismann, boðar Lene Espersen, vinnumálaráðharri, frá, at hon tekur undir við føroyska ynskinum um at skapa møguleikar fyri sínámillum tryggingarvirksemi millum ávikavist Føroyar og Danmark og Føroyar og Grønland.
 
Samráðingarnar, ið nú kunnu byrja, hava sum mál at fáa í lag avtalu um, at tryggingarfeløg bæði kunnu veita tænastur yvir landamørk og stovna deildir í hinum londunum.
 
“Fyri Føroyar hevur tilgongdin, ið nú byrjar, stóran týdning og kann metast sum fyrsta stigið at alheimsgera Føroyar á tryggingarøkinum. Tá fyrsta stigið er rokkið, verður farið víðari at royna at fáa líknandi avtalur við onnur lond”, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum.
 
Nýggj lóg um tryggingarvirksemi kom í gildi 9. juni 2008. Tað var í hesum sambandi, at landsstýrismaðurin í vinnumálum, tann 18. desember 2008, heitti á danska vinnumálaráðharran um at fáa sínámillum samstarvsavtalu í lag.