30.11.2016 · Umhvørvismálaráðið

Samráðast í Føroyum um framtíðar fiskiskap í Íshavinum

Samráðast í Føroyum um framtíðar fiskiskap í Íshavinum

Í hesum døgum er Føroya landsstýri vertur fyri samráðingum um møguliga framtíðar fiskivinnu í altjóða sjógvi í Íshavinum. Talan er um samráðingar um at forða fyri óskipaðum fiskiskapi við tí endamáli at tryggja burðardyggan fiskiskap, tá ið grundarlag verður fyri tí.

Føroyar og Grønland taka lut í samráðingunum í felags sendinevnd. Onnur lond í samráðingunum eru hini strandalondini til Íshavið Kanada, Noreg, Russland og USA. Harumframt eru ES, Ísland, Japan, Kina og Suður Korea, sum verða mett at vera millum tey fáu londini í heiminum, sum hava hegni og reiðskap til at fara undir fiskiskap í Íshavinum, tá ið umstøðurnar væntandi einaferð fara at loyva tí.

Talan er um fjórða samráðingarumfar. Tey fyrstu vóru í Washington og triðja umfar var  í Iqaluit, Kanada í juli.

Fundurin byrjaði í gjár og endar í morgin.