Ein nýggjur vinnupolitikkur fyri kappingarføru Føroyar
Tað er mær ein heiður aftur at verða biðin at seta vinnudagin í ár.
Sum øllum kunnugt, lat ein arbeiðsbólkur fyri nøkrum fáum mánaðum síðani úr hondum eina heildarætlan, við tilmæli um ítøkilig átøk, ið skulu fáa gongd aftur á fólkavøksturin í Føroyum. Tí hóast tað gongur strúkandi í pelagisku vinnuni, og hóast vit hava mest produktivu og bestu alivinnu í heiminum, so standa vit fyri størstu avbjóðing sum eitt land kann koma fyri, at fólkatalið minkar, og at aldursbýtið skeiklast, so at tað verða nógv fleiri gomul og nógv færri ung.
Hetta er størsta avbjóðingin bæði hjá vinnuni og hjá tí almenna: Hvussu skapa vit eitt samfelag, ið megnar at draga fólk til sín, í kapping við fremstu býir og lond í heiminum, so at fólk trívast og skapa virði, so at tað ber til at framleiða tær tænastur, sum okkum tørvar.
Eitt av átøkunum, sum mælt verður til í heildarætlanini, er at skipa ein nýggjan vinnupolitikk.
Tað er, enn sum áður, neyðugt at skipa stabilar karmar um vinnuna, ið eggja til at framleidnið í einstøku vinnunum verður so stórt sum gjørligt, og at framleiðslufaktorarnir smidliga kunnu flyta seg til tær mest framleidnu vinnurnar. Ella sagt við øðrum orðum, at fólk og pengar skulu eggjast til at fara har sum tey hava møguleika at vinna sum mest, til sín sjálvs, til virkið og til samfelagið.
Vinnupolitikkurin má vera víðskygdur og framsøkin, og hann má samsvara so væl, við tí felags fatan sum vit føroyingar hava av vinnulívinum, at hann megnar at fáa breiða undirtøku. Sjálvandi eru vit politiskt ósamd, og summi vilja ein meira vinstravendan og onnur ein meiri høgravendan politikk, men vit hava kortini ein grundleggjandi felags samleika, sum ger at okkara vinnuligu gen eru øðrvísi enn genini hjá dønum, amerikanarum ella íslendingum.
Og, tá ið vit skipa vinnupolitikkin við støði í føroyska vinnusamleikanum, tá hava vit eisini sett orð á føroyska kappingarførið.
Eg haldi at verandi vinnnupolitikkurin, sum er frá 2005, er eitt frálíkt skjal, sum beinrakið sigur frá nógvum at teimum virðum, ið flestu føroyingar taka undir við, sum vinnupolitiskt grundarlag. Og vit kunnu fegnast um, at nógv av teimum ítøkiligu málunum, sum vórðu sett, tá ið vinnupolitikkurin varð orðaður, eru framd við góðum úrsliti. Í hesum sambandi vil eg nýta høvið, enn einaferð at takka vinnuni, fyri at tit hava tikið so væl undir við arbeiðinum at menna karmar fyri vinnuliga gransking og menning í Granskarasetrinum iNOVA, sum eg síggi sum eina heilt nýggja byrjan fyri menningina av vitanarvinnunum í Føroyum.
Í verandi vinnupolitikkinum verður lagdur stórur dentur á tørvin fyri nýskapan og kreativiteti. Og hesi hugtøk eiga at fáa enn meira tyngd, nú vit skipa ein nýggjan vinnupolitikk.
Samfelagið er so kollveltandi broytt seinnu árini, við altjóðagerð og tøkniligu kollveltingini, og tað ber ikki til at lofta nýggjum avbjóðingum við avoldaðum loysnum.
Tørvur er á veruligari nýhugsan og fólki og fyritøkum, ið tora at hugsa stórt, og sum hava skilt, at fyri fyritøkur sum vilja fram, er allur heimurin heimamarknaður.
Og ikki nóg mikið við tí, vit mugu eisini finna loysnir, sum gera, at hesi fólk og fyritøkur, sum megna at røkka út í heim, kortini velja at búseta seg í Føroyum, og at gera Føroyar til basu fyri teirra virksemi.
Vit mugu tí eisini finna út av, hvussu vit skulu skipa samfelagið, tá ið ein alt størri partur av fólkinum arbeiðir í øðrum londum stóran part av tíðini. Hetta krevur nýggjar loysnir fyri fígging av almennum tænastum, tað krevur smidligan bústaðarmarknað, smidligar skúlar og barnagarðar og yvirhøvur eitt samfelag, sum trívist og mennist, við at laga seg eftir tørvinum hjá hvørjum einstøkum borgara.
Vinnuhúsið segði í farnu viku frá, at knappir 1.000 føroyingar starvast í olju- og frálandavinnuni. Fyri 15 árum síðani vóru teir tveir. Vit skulu vera errin av, at føroyingar eru so umbidnir, og at okkara arbeiðsmegi, umframt at vera væl útbúgvin, er lagalig, dugnalig og at arbeiðsmoralurin er høgur. Hesir eginleikar, sum eg giti koma av at arbeiða undir krevjandi og skjótt broytiligum umstøðum í fleiri ættarlið, fara altíð at vera okkum til gagns. Ikki minst nú, tá ið frálandavirksemið økist enn meira, og tá ið nýggir møguleikar byrja at vísa seg í Arktis.
Vit mugu tí laga samfelagið til at vit eru flytifuglar, og at ein stórur og helst vaksandi partur av samfelagnum virkar í útheiminum, minst líka nógv sum í Føroyum. Hetta ljóðar møtimikið, men í veruleikanum eru hesar avbjóðingar ein gáva til føroyska samfelagið, tí latið verður upp fyri heilt nýggjum møguleikum, fyri nýggjjum tænastum, nýggjjum fyritøkum og nýggjjum spennandi arbeiðsplássum.
Kanska kunnu vit taka støði í ferðavinnuni, ið júst hevur lagt fram ætlanina fyri marknaðarføring av Føroyum sum ferðavinnulandi. Fyri at fáa ferðavinnuna at blóma, mugu vit hava gistingarmøguleikar, náttúru- og mentanarupplivingar. Tað hevur alt at siga, at vit eru eitt óspilt samfelag, ið kjúklar um sín mentanarliga samleika, men at vit eisini eru eitt toppmodernað og livandi samfelag, við einum vælskipaðum og nýhugsandi vinnulívi, einum ríkum mentanarlívi, nógvum skapandi fólkum, og við positivum og fyrikomandi starvsfólkum á øllum økjum.
Er hetta ikki júst tað sama, sum okkara útisetar ynskja – og sum ger, at tey velja at flyta heim?
Ungu fólkini í dag, sum hava fingið góðar útbúgvingar, sum kunnu fara hvar tey vilja í heiminum, ynskja og krevja at fáa høvi til at brúka síni skapandi evni. Tey vilja bjóðast av, og tey vilja gera mun.
Vit mugu vísa teimum, at vit í Føroyum vilja vera eitt samfelag í heimselituni, og vísa, at vit hava so greiðar og góðar karmar um eina frælsa vinnu, at tey sjálv síggja allar møguleikarnar fyri sær, og fáa hug at koma heim at skapa nýggjar vinnur, nýggj arbeiðspláss og eitt enn meira spennandi samfelag.
Tí er tað eitt so einastandandi tiltak, ið Vinnuhúsið hevur gjørt við portalinum “Leinkjan”, har vinnan bjóðar fram uppgávur til lesandi, og eisini mentorskipanina, ið tit hava gjørt, har roynd vinnulívsfólk bjóða seg til at leiðbeina lesandi. Við hesum tiltøkum vísir vinnan teimum ungu, at tørvur er á teirra vitan, og tit geva teimum eitt fantastiskt høvi sjálv at fáa greiðu á, hvussu teirra førleikar kunnu gera bestan mun í Føroyum.
Eg vóni at nógvar fyritøkur taka átakið til sín, og nýta høvið at fáa nýggjan íblástur til fyritøkuna, og til at vísa teimum ungu á allar møguleikarnar, sum eru í hesum landi.
Vit hava brúk fyri nýggjari vitan og fyri at eggja til nýskapan hjá okkum øllum. Sum Einstein tók til: Vit kunnu ikki loysa trupulleikarnar við somu hugsan sum skaptu teir.
Tí mugu vit eisini síggja arbeiðið við vinnupolitikkinum sum annað og meira enn at dagføra eitt útmerkað skjal, sum hevur nøkur ár á baki. Heldur er hetta eitt høvi at bjóða tykkum og, ikki minst, øllum okkara ungu inn í eina tilgongd, har tit øll kunnu vera við til at lýsa karmarnar fyri einar kappingarførar Føroyar, og lata upp fyri loysnum, sum eru okkum heilt fremmandar í dag.
Við hesum orðum verður Vinnudagurin 2013 settur.