17.06.2014 · Umhvørvismálaráðið

Røða til upplatingina av nýggjum terminali í Vága Floghavn

Johan Dahl, landsstýrismaður, helt í dag røðu í sambandi við upplatingina av nýggjum terminali í Vága Floghavn

Góðu áhoyrarar, góðu føroyingar!

 

"Hevur tú eina ferð verið á flogið, so hyggur tú restina av ævi tíni upp móti himni, tí har hevur tú verið, og hagar vilt tú altíð sleppa aftur".

 

Orðini eigur listamálarin, myndahøggarin, arkitekturin, verkfrøðingurin, uppfinnarin, botanikarin og anatomi-serfrøðingurin - ella í stuttum FLOG-VITIÐ - Leonardo da Vinci.

 

Á nýmótans máli segði hann nakað soleiðis: "hevur tú eina ferð flogið - so ert tú seldur!"

 

Leonardo da Vinci var í góðari tíð.

 

Hansara útsøgn kom 400 ár áðrenn Wright-brøðurnir í 1903 framdu dreymin hjá Leonardo við fyrstu mannaðu og motordrivnu flúgving nakrantíð.

 

Henda fyrsta flúgving í søguni vardi bert í 12 sekund - men allíkavæl! Ein flúgving er ein flúgving!

 

Tað gongur ein linja frá flogvitinum í Italia - til Wright brøðurnar í North Carolina - og til okkara her í nýggja terminalinum í Vágum í dag.

 

Flúgving - ikki bert sum dreymur hjá okkum øllum - men eisini sum ein náttúrligur partur av lívinum, kom til okkara, og ongin kennir søguna betri enn vágafólk:

 

  • Fyrst komu flogfør, ið settu seg á sjógv og vøtn
  • Stríðsárini komu flogvøllur og flogfør, sum settu seg millum fjøllini her
  • Umstøðurnar vóru primitivar - tað vita vit
  • Skipað flogferðsla 20 ár seinni - og í 1984 eitt føroyskt flogfelag
  • Føroyingar eru ikki longur bert eitt siglandi, men eisini eitt flúgvandi fólk - og í fjør fóru umleið 240.000 ferðandi um flogvøllin

 

Í dag vita øll, at flogferðslan er ein lívæðr og treyt fyri vøkstri og menning í Føroyum frameftir.

 

Ikki minst ferðavinnan, sum vit veruliga vænta okkum nógv av í arbeiðsplássum, krónum og oyrum, hevur brúk fyri lættari og smidligari flogferðslu og góðum umstøðum.

 

Tann stóra avbjóðingin í so máta hevur verið at longt flogvøllin út á knappar 1800 metrar, og tað arbeiðið var liðugt við ársenda í 2011.

 

Onnur avbjóðing var at byggja nýggjan terminal ella farstøð og umsitingarbygning, sum vit nú taka alment í nýtslu.

 

Byggiprojektið hevur hildið prís, og tíðarætlanin er - stórt sæð - eisini hildin.

 

Tað tænir tykkum til heiðurs, sum hava staðið fyri og útført arbeiðið, og eg haldi, at vit øll skulu geva teimum eina hond fyri tað.

 

 

Hetta er ein gleðisdagur fyri allar føroyingar, men eisini fyri einstaka ferðafólkið er nýggja støðin tiltrongd.

 

Fyri tey nógvu, sum koma til landið, er terminalurin á flogvøllinum fyrsta uppliving og fyrsta inntrykk, sum tey fáa í Føroyum.

 

Tann upplivingin skal vera góð, tí - sum sagt verður: "First impressions last". Fyrsta inntrykkið er varandi.

 

Og, sum tit síggja, er hetta heldur ikki bara eitt "facelift". Hetta er ein nýmótans og framtíðartryggjaður terminalur, sum kann útbyggjast, um og tá ið brúk verður fyri tí.

 

Alt projektið - vøllurin og terminalurin - kostaði tilsamans góðar 365 mill. krónur. Eina góda triðings milliard.

 

Fíggingin er úr Íleggingargrunninum fyri Føroyar.

 

Hesin grunnur hevur verið og er framhaldandi virðismikil fyri útbyggingina av Føroya landi. Tey, sum kenna søguna hjá grunninum, kenna eisini týdningin av at samstarva við onnur enn okkum sjálv.

 

Tað er ikki heilt av leið at seta spurningin:

 

- Hví ynskja Landsstýrið og Løgtingið at longja flogvøllin - at nýggj innflúgvingartól eru tikin í brúk - og at lata ein nýmótans terminal byggja?

 

  • Er tað fyri at størri flogfør kunnu flúgva upp á Føroyar?

 

  • Er tað fyri at betra regularitetin?

 

  • Fyri at økja flogvíddina?

 

  • Betra trygdina og komfortina?

 

  • Og er tað fyri at birta upp undir kapping um kundarnar?

 

Í øllum fimm førum er svarið JA!

 

Men har er eisini ein sætta, yvirskipað og ómetaliga týðandi orsøk.

 

Tann góða triðings milliardin er fyrst og fremst brúkt fyri at seta føroyska brúkaran í miðdepilin.

 

Og lat meg siga tað akkurát, sum tað er.

 

Tað er ein púra greiður forvæntningur, at hesar nýggju umstøðurnar fyri flúgving upp á Føroyar, í seinasta enda skulu bera í sær bíligari flogferðir til føroyingar.

 

Bíligari flogferðir hava nógv størri týdning, enn tey flestu geva sær far um.

 

  • Okkara lítla land skal latast upp!

 

  • Vit ynskja luttøku heldur enn avbyrging

 

  • Vit ynskja dynamikk heldur enn stillstand

 

  • Vit ynska vøkstur og menning av okkara samfelag og her eru flogferðslan og umstøðurnar kring hana púra vital

 

  • Og vit ynskja fríheit til hvønn einstakan borgara og hvørja einastu fyritøku til at kunna flyta seg loftvegis og bíligari, tá ið brúk er fyri tí

 

Tað má ikki koma fyri, at hesin flogvøllur og hesin fantastiski terminalur eru fløskuhálsurin, sum bremsar nýmótans og harðliga tiltrongdari menning av okkara landi.

 

Tvørturímóti.

 

So er tað sagt.

 

Og eg vóni veruliga, at allir aktørar, sum kunnu medvirka til, at flogferðirnar gerast bíligari, agera hareftir!

 

Tað sigst, at politikarar hava tað við at tosa for leingi.

 

Í tilfeldi av, at tað er rætt, fari eg at runda av við at ynskja tykkum, sum her starvast, til lukku.

 

Tollarar og løgregla; Atlantsflog; AVIS; Visit Faroe Islands; Kunningarstovan; matstovan og tykkum handilsfólk.

 

Nevnd og leiðslu og starvsfólki í Vága Floghavn; ráðgevarar; eftirlit; Articon og undirveitarar.

 

Tit hava gjørt eitt megnar arbeiði.

 

Eisini eitt stórt til lukku til okkum allar føroyingar við, at tann samlaða útbyggingin av flogvølli, terminali og umsitingarbygningi er komin á mál.

 

Gamalt var, at føroyingar settu sítt álit á hann, sum øllum ræður, tá ið ein nýggj ferð byrjaði.

 

Hetta er eisini mítt ynski, nú eitt nýtt tíðarskeið í føroyskari flúgving veruliga kann byrja.

 

Við hesum orðum er nýggi terminalurin í Vága Floghavn alment tikin í nýtslu.

 

Takk fyri!