17.04.2023 · Umhvørvismálaráðið

Røða til aðalfund hjá Heilsuhjálparafelag Føroya 1.apríl 2023

Røða til aðalfund hjá Heilsuhjálparafelag Føroya 1.apríl 2023


Góðu heilsuhjálparar

Burðardygd og framtíðartrygging!

Hesi bæði hugtøkini hava fylt nógv í almenna rúminum seinastu árini. Og tað av góðum grundum.

Tí vit vita tað væl. Serfrøðingar hava greitt frá, útgreinað og ávarað:

Vit skulu ansa eftir okkara náttúru. Vit skulu ansa eftir okkara tilfeingi. Vit skulu ansa eftir okkara
børnum, okkara gomlu, okkum sjálvum – og ikki minst komandi ættarliðum.

Kendu orðini úr Brundtlandrapportini frá 1987 ”Our common future” um burðardygga menning
eru eftirhondini gomul, men tey hava neyvan nakrantíð verið meira aktuell enn í dag.

Og tí tola tey at vera endurgivin:

Burðardygg menning er ein menning, har tørvurin hjá núlivandi ættarliðum kann nøktast, uttan at
minka um møguleikarar hjá komandi ættarliðum eisini at nøkta sín tørv”.

Á so øgiliga nógvum økjum geva hesi orðini meining. Fyrst og fremst tá tað kemur til
veðurlagsbroytingarnar og hóttanirnar móti umhvørvinum, ið verða mettar sum tær størstu
avbjóðingarnar, sum heimurin hevur í dag.

Men orðini eru so sanniliga eisini aktuell og viðkomandi, tá ið tað snýr seg um at menna okkara
vælferðarsamfelag, sosialu skipanir, búskap, javnstøðu og fólkaræði.

Um vælferðarsamfelagið

Vit skulu framtíðartryggja okkara sosialu skipanir, heilsuverk og fólkaræði til komandi ættarlið. Vit
skulu varðveita og menna okkara vælferðarsamfelag, sum vit eru so errin av.

Føroyar eru partur av Norðurlondum. Um okkum Norðurlond verður sagt, at vit hava nøkur heilt
serlig vælferðarsamfeløg.

Grundarlagið undir okkara vælferðarsamfeløgunum eru skynsami fíggjarpolitikkurin, skipaði
arbeiðsmarknaðurin og almennu vælferðartænasturnar. Vit hava trygt heilsuverk, góðar sosialar
skipanir, sterkt fólkaræði við friðarligum semjum og stórari luttøku frá fólkinum.

Eitt annað eyðkenni er, at lutfalsliga stórt álit er millum borgarar og politisku skipanina, og
norðurlondini teljast í altjóða hagtølum millum tey eydnusamastu fólkini kring heimin.

Tit heilsuhjálparar eiga ein stóran leiklut í hesum vælferðarsamfelag, sum vit eru so errin av.
Tykkara arbeiðsøki fevnir víða. Tit útinna nakrar av teimum allar týdningarmestu uppgávunum í
okkara samfelag og taka tykkum av teimum borgarum, sum hava røkt, umsorgan og stuðul fyri
neyðini.

Tit troyttast kanska av at hoyra politikarar og onnur tosa upp í leypar um, hvussu týdningarmikil tit
eru og hvussu vit ikki kunnu vera tykkum fyri uttan, tí annars skramblar okkara vælferarsamfelag
saman.

Tit troyttast kanska av tí, tí hetta sæst framvegis ikki á pengapunginum. Prísvøksturin hevur verið
stórur, rokningar skulu áhaldandi gjaldast, og tú betalir altso ikki breyð og rentur upp á húsini við
rósi og føgrum orðum.

Tað var sjálvandi gleðiligt, at eitt samt løgting nú um dagarnar tók undir við hjálparpakkanum hjá
landsstýrinum, sum skal geva fíggjarliga sperdum húskjum ein fíggjarligan styrk.

Men landsstýrið heldur, at tað eisini skulu onnur átøk til fyri at gera tað hugaligari at arbeiða í
yrkjum sum tykkara.

Avbjóðingar innan vælferðartænastur

Tað hevur leingi verið greitt, at vit í Føroyum hava avbjóðingar innan vælferðartænasturnar – á
sama hátt sum fleiri lond rundanum okkum hava. Tað er trot á starvsfólki innan fleiri av okkara
kjarnuveitingum, til dømis eldraøki, barnamenning og á heilsuøkinum. Hesar veitingar, sum í
stóran mun eru við til at gera okkum til eitt vælferðarsamfelag.

Búskaparráðið gjørdi vart við hetta í eini serútgávu fyri tveimum árum síðan. Og fyri einum mánað
síðan gjørdi ráðið aftur vart við framrokningar av fólkatalinum sum vísa, at talið á eldri fólki veksur
skjótari enn talið á fólki í arbeiðsførum aldri.

Vit standa altso í teirri støðu, at vit mangla starvsfólk á eldraøkinum, og vit fara at hava brúk fyri
enn fleiri starvsfólkum í framtíðini.

Eg haldi, at tey flestu eru samd um, at okkurt má gerast. Hetta er ikki nakað, sum verður loyst eftir
einum degi ella einum ári.

Onki quick fix.

Ja, onkur politikari hevur róð fram undir, at maskinur og robottar kunnu loysa trotið á starvsfólki.
Men fakligheitin hjá tykkum starvsfólkum kann ikki avloysast av maskinum. Vit hava brúk fyri
veruligum menniskjum við góðari fakligheit til hesar týdningarmiklu uppgávurnar.

Tað verður so ofta tosað um heitar hendur. Tað er sjálvsagt týdningarmikið við heitum hondum,
men vit hava í denn grad brúk fyri tykkara fakligu førleikum, sum tit hava nomið við tykkara
útbúgving og royndum. Júst fakligheitin er so ómetaliga umráðandi í hesum størvum, har tú kemur
so tætt at øðrum menniskjum.

Tí skulu miðvís tøk takast, og arbeiðast má bæði langsiktað og á fleiri frontum fyri at loysa hesar
avbjóðingarnar á vælferðarøkinum.

Hava vit ráð?

Ja, vit hava í øllum førum ikki ráð at lata vera.

Lønarlyft
Hendan samgongan hevur sett fleiri mál og ætlanir út í kortið, sum skulu gera tykkara arbeiðslív
betur og sum skulu gera tað meira lokkandi at arbeiða innan eldraøkið og umsorgartænasturnar
sum heild.

Eitt av høvuðsmálunum í samgonguskjalinum er, at vit vilja tryggja vælferðartænasturnar og eina
burðardygga langtíðarfígging, skapa betri tænastu til fólk og lyfta lønirnar, útbúgvingarnar og
arbeiðsumstøðurnar í vælferðarstørvum.

Tað eru føgur orð og ovurstórar uppgávur. Men tað halda vit, at vit sum samfelag hava skyldu til at
loysa. Bæði fyri nútíðina og fyri okkara eftirkomarar. Vit skulu ikki taka vælferðarsamfelagið frá
næsta ættarliði, og tí mugu vit byrja at tillaga okkara skipanir, soleiðis at tær bera inn í framtíðina.

Eitt av átøkunum er, at lægst løntu bólkarnir á umsorganarøkinum skulu hava eitt lønarlyft. Talan
er um bólkar sum starvast innan eldra-, dagstovna- og almannaøkið, har tað er trupult at nøkta
starvsfólkatørvin. Eisini tit heilsuhjálparar eru sjálvandi fevnd av lønarlyftinum.

Hetta er eitt lønarlyft, sum verður hildið púra uttan fyri vanligu sáttmálasamráðingarnar.
Aftur at hesum vilja vit arbeiða fram ímóti at tryggja heilsuhjálparum løn undir útbúgving.

Rætturin til fulla tíð
Eitt annað týdningarmikið øki hjá hesari samgonguni er arbeiðstíðin. Arbeiðstíðin skal bæði
leingjast OG styttast.

At arbeiðstíðin skal leingjast skal skiljast á tann hátt, at møguleikin at arbeiða fulla tíð skal
tryggjast. Gjøgnum nógv ár hava starvsfólk og tit fakfeløg innan umsorganarøkini gjørt vart við, at
tað er trupult at sleppa at arbeiða fulla tíð, og at størv á umsorganarøkinum ofta hava verið boðin
út sum partstíð.

Tit í Heilsuhjálparafelagnum hava víst á, at 90% av tykkara limum arbeiða niðursetta tíð.

Hetta hevur stórar fíggjarligar avleiðingar: Tú tjenar minni, fært minni í pensjón og hevur í heila
tikið verri møguleikar at forsyrgja tínari familju, tá ið tú arbeiðir partstíð. Tað hevur sostatt ikki
bara avleiðingar fyri teg her og nú, men eisini í ellisárunum.

Og hetta hevur avleiðingar fyri fakið. Dømi eru um, at nýútbúgvin venda fakinum bakið, tí tey ikki
sleppa at arbeiða fulla tíð.

Av tí at flestu starvsfólkini á umsorganarøkinum eru kvinnur, er hetta eisini ein stórur
javnstøðutrupulleiki.

Ritt Bjerregaard, sum tíanverri andaðist herfyri, hevur sagt, at ”Pengar eru fortreytin fyri
javnstøðu. Stríðið er ikki av fyrr enn tann dag, tá ið menn og kvinnur tjena tað sama”.

Tað er nakað um tað. Eg veit væl, at tað allarhelst er avbjóðandi at seta eitt vaktarskema saman,
har alt skal ganga upp í eina hægri eind. Men tað er áhugavert, at tað næstan bara er í sonevndu
kvinnustørvunum, at tað er trupult at gera størv við fullum brøki.

Umframt at vera ein javnstøðutrupulleiki er tað eisini beinleiðis óskynsamt í einum yrki, sum rópar
eftir arbeiðsmegi, at fólk, sum ynskja tað, ikki sleppa at arbeiða fulla tíð. Hetta er hvørki haldbært
ella haldført í longdini.

Rætturin til arbeiði og møguleikin at breyðføða seg og síni er ein menniskjarættur. Og samgongan
hevur sett sær fyri at gera nakað við hendan trupulleikan.

Í samgonguskjalinum hava vit sagt, at almenni arbeiðsmarknaðurin skal skipast soleiðis, at
møguleikin at arbeiða fulla tíð kann tryggjast. Hetta skal sjálvsagt gerast í samstarvi við teir
myndugleikar og stovnar, sum varða av umsorganarøkinum, millum annað kommunurnar, og so
sanniliga eisini við tykkum sum dagliga starvast á økinum.

Her mugu vit gera eitt kanningararbeiði saman fyri at finna út av, júst hvar trupulleikarnir eru.
Haraftrat haldi eg, at tað er upplagt at gera nakrar royndir á ávísum deildum ella stovnum, har vit
kunnu gera okkum praktiskar royndir við, hvussu vit kunnu tryggja fólki, ið ynskja tað, at arbeiða
fulla tíð í skiftisvaktum, hvørjir eru teir faktisku trupulleikarnir sum uppstanda og hvussu loysa vit
teir. Ofta er besti mátin at læra nemliga at gera sær nakrar praktiskar royndir í tí smáa.

Stytt arbeiðsvika

Samstundis sum fleiri ynskja at sleppa upp í tíð, so vita vit eisini, at nógv velja at arbeiða niðursetta
tíð. Tað kunnu vera ymsar orsøkir til tað: Meira frítíð, betri stundir til familjuna ella tað kann vera tí
at arbeiðið er av slíkum slag, at tað er ov krevjandi at arbeiða fulla tíð.

Í 1930 spáddi kendi enski búskaparfrøðingurin, John Maynard Keynes, at komandi ættarliðini bara
fóru at hava fyri neyðini at arbeiða einar 15 tímar um vikuna. Produktviteturin fór at vera so nógv
øktur, at tað var ikki neyðugt at arbeiða meira.

Nú næstan 100 ár seinni kunnu vit staðfesta, at tað gekk nokk ikki heilt sum gamli Keynes hevði
roknað við. Arbeiðsvikan ER stytt síðan tá, men vit eru ikki nær í námindi av hasum 15 tímunum.

Búskaparfrøðingar og onnur hava havt nógvar teoriir um, hví Keynes ikki fekk rætt á hesum øki. Ein
av hesum teoriunum er, at Keynes gloymdi nakað umráðandi: Og tað var, at vit menniskju faktisk
dáma væl at arbeiða. Okkum dámar at brúka okkara fakligheit og at gera mun. Okkum dámar at
vera millum starvsfelagar, at vera sosial og at knýta vinarbond. Okkum dámar at vera til arbeiðis.

Men alt við máta. Samfelagshjólini mala skjótt, og nógv hava kenslu av, at familjulívið hongur ikki
saman. At arbeiðslívið tekur ov stóran bita av øðrum pørtum av lívinum.

Til dømis hava fakfeløgini á serliga eldraøkinum og barnaøkinum fleiri ferðir víst á, at ein 40 tíma
arbeiðsvika er ov nógv, tí arbeiðið í hesum yrkjunum er so krevjandi kropsliga og sálarliga.

Arbeiðsvikan í Føroyum skal styttast. Royndir aðrastaðni vísa, at stytting av arbeiðsvikuni førir
ómetaliga nógv gott við sær: Starvsfólkini trívast betur og eru minni strongd. Fólk fáa betri stundir
til familjuna, og stytt arbeiðsvika gagnar bæði parlagnum og javnstøðuni heima. Og í nógvum
størvum gerast fólk meira produktiv, tá arbeiðsvikan styttist.

Hetta er eisini nakað av tí, sum kemur fram kanningini, sum nøkur av tykkum fakfeløgum hava
latið gjørt av royndunum við styttri arbeiðsviku.

Samgongan sum tók við 22. desember hevur sett sær fyri at stytta arbeiðsvikuna niður í 37 tímar.
Hetta skal gerast við lóg.

Men vit vilja sjálvandi fegin tosa nærri við partarnar á arbeiðsmarknaðinum um, hvussu vit finna
besta leistin at stytta arbeiðsvikuna. Trípartasamráðingar verða tiknar upp um at stytta
arbeiðsvikuna, so hetta verður gjørt í samráði við tykkum á arbeiðsmarknaðinum.

Við at lyfta lønirnar, stytta arbeiðsvikuna og tryggja rættin at arbeiða fulla tíð vóna vit at gera
tykkara týdningarmikla starvsøki - og umsorganaryrkini sum heild - meira haldfør.

Eisini aðrar ábøtur eiga at verða gjørdar á arbeiðsmarknaðinum, sum kunnu tryggja starvsfólkum
betri kor og arbeiðsumhvørvi. Til dømis mangla vit lóggávu um sálarligt arbeiðsumhvørvi, og hetta
er nakað, sum eg sum landsstýriskvinna í arbeiðsmarknaðarmálum ætli at hyggja nærri at.


Um samstarv við fakfeløgini
Eg nevndi trýpartasamstarv, men eg eri púra greið yvir, at tit fakfeløg eru ymisk og verja tykkara
støðu sum sjálvstøðug feløg.

Skulu vit fáa teir fyrimunir, ið trípartasamstarv kann geva, so mugu allir partar kenna seg
umboðarar í tí arbeiðinum.

Summi fakfeløg hava tikið seg saman í ymisk samstørv, og okkara ynski er, at fakfeløgini knýta eitt
tætt samstarv, sum kann vera ein umboðandi partur í komandi trípartasamstarvi. Sjálvandi ráða tit
fakfeløg sjálvi fyri, hvussu tit skipa tykkum, men ongin ivi er um, at tað er lættari, um fakfeløgini
finna eitt felags stev.

Eg vóni, at arbeiðið við eini lóg um stytta arbeiðsviku, eisini fer at slóða fyri, hvussu teir tríggir
partarnir á arbeiðsmarknaðinum kunnu samstarva og finna fram til felagsloysnir.

Skal hetta landsstýrið hava eydnuna við sær og vinna á avbjóðingunum, má tað verða eitt
samstarvandi landsstýri – ikki bert millum politiskar flokkar, men við hinar týdningarmiklu
samfelagspolitisku aktørarnar, fakfeløgini, vinnufeløgini og kommunurnar.

Eg haldi sjálv, at besti hátturin at skipa samstarvið, er gjøgnum ein arbeiðsmarknaðardepil, har allir
partar sita saman og samstarva um tey mál, har áhugamálini umskarast.

Vit hava brúk fyri at samstarva um fleiri av teimum skipanum, sum í dag eru á
arbeiðsmarknaðinum. Til dømis ALS, Barsilsskipanina, Javnstøðunevndina, Fasta Gerðarættin,
Samhaldsfasta og Trygdardgrunnin fyri lønir og avreiðingar. Semingsstovnurin, førleikamenning og
vaksnamannalæra kundu eisini verið knýtt at einum arbeiðsmarknaðardepli.

Hetta eru øll øki, har teir tríggir partarnir í arbeiðsmarknaðinum saman kunnu finna tær
smidligastu og meira tíðarhóskandi loysnirnar.


Um Heilsuhjálparafelagið og samstarv
Eg haldi, at tað er sera kveikjandi at eygleiða arbeiðsmarknaðin í dag og síggja, hvussu væl tit
fakfeløg í fakfelagssamstarvinum samstarva.

Og tað er sera inspirerandi at fylgja við í, hvussu virkið tykkara felag, Heilsuhjálparafelag Føroya, er
í føroyska samfelagnum.

Ikki bara eru tykkara limir til arbeiðis hvønn dag, alt samdøgrið, alt árið runt. Tit eru eisini sera
virkin og sjónlig sum felag.

Frá umsitingini í Umhvørvismálaráðnum veit eg, at tit svara altíð upp á hoyringarskriv. Tit eru virkin
í almenna kjakinum og seta nógv týdningarmikil mál á skrá, bæði í fjølmiðlum og á ráðstevnum,
fundum og skeiðum, sum tit skipa fyri.

Tit taka upp mál, sum snúgva seg um, hvussu vit kunnu vera eitt betri samfelag fyri okkara eldru
borgarar. Men tit seta eisini fokus á onnur týdningarmikil evni – til dømis hvussu vit fremja
javnstøðu, hvussu vit fáa betri heilsu á arbeiðsplássinum og hvussu vit hjálpa okkara veikastu í
samfelagnum.

Tit eru eitt fakfelag, sum leggur í. Og tit eru eitt fakfelag, sum vil hava ávirkan á samfelagið og ta
tíðina, vit liva í. Og tit eru ikki bangin at siga frá, tá ið tit halda, at tað ikki gongur rætta vegin.

Og tað haldi eg, at vit skulu vera takksom fyri.

Vit hava nevniliga ikki bara brúk fyri tykkara hondum og hjørtum. Vit hava eisini brúk fyri tykkara
hugsanum og tykkara rødd. Tykkara hugsanum um samfelagið, um virðir, javnstøðu,
fordeilingspolitikk, ja alt sum kann vera við til at gera okkara samfelag enn betri og meira
burðardygt.

Dialogurin og konstruktiva kjakið er við til at framtíðartryggja okkum sum land og fólkaræði. Og tit
í Heilsuhjálparafelagnum geva sanniliga tykkara íkast. Takk fyri tað.

Stóra takk fyri álitið at biðja meg um at halda røðu á aðalfundinum hjá tykkum. Tað er ein stórur
heiður, og eg havi glett meg til hendan dagin.

Eg fari at ynskja tykkum allarbestu eydnu við tykkara virki frameftir við vón um gott samstarv.

Eg eri sannførd um, at við samstarvi millum fakfeløgini og politiska myndugleikan byggja vit besta
grundvøllin fyri okkara samfelag í framtíðini.

Vit megna tað ikki einsamøll – hvørki politikarar, fakfeløg ella vinnulív. Men við at standa saman og
taka tøk í felag kunnu vit handa okkara vælferðarsamfelag víðari til komandi ættarlið, soleiðis at
eisini tey fáa møguleikan at njóta gott av einum tryggum og góðum samfelag, sum er fyri øll.


Takk fyri