22.10.2010 · Umhvørvismálaráðið

Røða landsstýrismansins í samband við, at nýggju kanningarstovurnar hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni verða tiknar í nýtslu

Góðu starvsfólk og góðu áhoyrarar, Í samband við, at nýggju kanningarstovurnar hjá starvsstovuni verða tiknar í nýtslu, skal eg siga nøkur orð um Heilsufrøðiligu starvsstovuna, soleiðis sum vit síggja hana úr Tinganesi.

Góðu starvsfólk og góðu áhoyrarar,
Í samband við, at nýggju kanningarstovurnar hjá starvsstovuni verða tiknar í nýtslu, skal eg siga nøkur orð um Heilsufrøðiligu starvsstovuna, soleiðis sum vit síggja hana úr Tinganesi.
Eg kann so fyrst siga, at Heilsufrøðiliga starvsstovan sæst ikki úr Tinganesi, men í hugaheimi okkara fyllir hon nógv. Starvsstovan fevnir víða í arbeiði sínum – bæði innan djórasjúkuøkið, men so sanniliga eisini innan matvøruøkið, og hetta eru øki, sum fylla nógv í dagliga arbeiðinum í Vinnumálaráðnum.  
Vinnumálaráðið hevur, í tøttum samstarvi við starvsstovuna, lagt seg eftir at gera karmarnir fyri matvøruframleiðslu so góðar og greiðar sum gjørligt. Matvørulógin, sum varð samtykt í vár, er eitt gott dømi um hetta. Eisini rakstrarkunngerðin, ið er grundarlagi undir allari alivinnu í Føroyum, er eitt úrslit av hesum samstarvi.
Føroyar eru, fram um nakað annað, ein matvøruframleiðandi tjóð, og vit hava tí tørv á einum sterkum og vitanartungum stovni, sum skal tryggja matvøruframleiðslu okkara – ikki bara mótvegis útlendskum keyparum, men eisini mótvegis heimamarknaði okkara. Starvsstovan stendur tí sum tann almenni garanturin fyri, at allir karmar kring matvøruframleiðsluna eru í lagi.  
Eitt av krøvunum til hesar karmar er, at avgerðir skulu verða tiknar á so objektivum grundarlagi sum gjørligt. Og tað er júst her, at týdningurin av góðum og tíðarhóskandi kanningarstovnum rættiliga kemur fram. Kanningarstovurnar, sum nú verða tiknar í nýtslu, fara í størri mun enn áður at kjølfesta tað almenna garantiið, sum starvsstovan veitir brúkarunum her og uttanlands. Nevnast kann í hesum sambandi, at starvsstovan við akkreditering síni lýkur øll altjóða krøv til slíkar kanningar.
At karmarnir nú gerast enn betri er týdningarmikið, men meira týdningarmikil eru tey, sum hava sítt dagliga yrki á starvsstovuni. Starvsstovan hevur góð og nærløgd starvsfólk – hetta hava vit so javnan upplivað í Vinnumálaráðnum - og eingi ivi er um, at júst hesi starvsfólk eru eitt av okkara sterkastu kortum í kappingini um útlendsku keypararnar.
Hóast starvsstovan í vavi ikki rættiliga kann sammetast við líkandi stovnar uttanlands, so kunnu vit staðfesta – sum tað verður sagt í Ålebrandsvísuni – at: ” Ere de små, så ere de raske”.
Úrslitini tala fyri seg: Alt, sum kann framleiðast í Føroyum, kann verða útflutt, og starvsstovan eigur stóran part av hesum úrsliti.
Eg fari at enda at ynskja tykkum hjartaliga til lukku við nýggju kanningarstovunum og fari at ynskja tykkum blíðan byrð frameftir. 
 
Johan Dahl, landsstýrismaður