Tað er mær ein heiður at verða biðin um at seta Vinnudagin 2015.
Vinnuhúsið hevur lagt eina sera spennandi skrá, sum á ymsan hátt varpar ljós á framtíðina, framtíðar avbjóðingar og hvørjir møguleikar munnu verða fyri framman.
Eg eri spentur upp á dagin, tí okkum tørvar boð upp á framtíðina. Vit treingja til at bjóða okkara vanahugsan av. Okkum tørvar fleiri fólk, sum duga at síggja nýggjar møguleikar, og sum hava hug og dirvi til at taka ábyrgd av framtíðini.
Ella við øðrum orðum, okkum tørvar vinnulívsfólk, entreprenørar, listafólk og onnur, sum taka ábyrgd og vilja gera sítt til, fyri at skapa vøkstur og trivnað í samfelagnum.
Sjálvbjargni
Vit skulu menna eitt samfelag, sum dregur fólk til sín !
Eitt samfelag, har fólk hava frælsi til at skapa sær tað lív, sum tey ynskja.
Sum Rasmus Effersøe yrkir:
Elt ikki altíð sum fyri er slóðað; sjálvbjargin far yvir land, yvir hav, maður skal smíða sær eydnuna góða við teimum evnum, sum skaparin gav. Gott er við vinum at fylgjast á leið; ofta í vanda tó vinirnir tróta; tann sum vil framá, hann gloymi tí ei sjálvur sær slóðir at bróta.
Gongur væl í nógvum vinnum
Føroyska vinnan klárar seg heilt ótrúliga væl á fleiri økjum.
Tá talan er um fisk og hav, alivinnu, fiskivinnu og maritimar vinnur stendur ikki á.
Á hesum økjum eru føroyingar skjótir at taka til sín nýggja tøkni, at finna upp á nýggjar loysnir, og at laga virksemið til nýggjar avbjóðingar kring allan heim.
Tá um sjógvin ræður, eru vit von við - skjótt - at laga okkum til broyttar umstøður og leita eftir nýggjum møguleikum.
Maritimur tænastudepil
Tí hava vit í Føroyum eisini møguleikar fyri at gera okkum enn meiri galdandi á maritima økinum. Stóra takið, tá ið West Hercules bleiv umvældur í Føroyum vísti, at føroyska vinnan er til reiðar og kappingarfør.
Okkara sjófólk, handverkarar, verkfrøðingar og onnur eru so væl umtókt uttanlands, at vit renna okkum í fløskuhálsar í vinnuni her heima.
Tí er umráðandi, at vit framhaldandi útbúgva handverkarar og menna aðrar vinnuútbúgvingar, bæði til vinnuna her heima og í útlondum.
Og ikki minst, at vit í felag - vinnulívið, kommunur og landið, menna og marknaðarføra Føroyar - sum ein maritiman tænastudepil.
Skapandi vinnur
Nakrir av sterkastu eginleikum í føroysku vinnuni eru,
at vit eru sera flytfør, at vit eru von við stór sveiggj og duga at laga okkum til broyttar umstøður, og at okkara starvsfólk eru nærløgd, arbeiðssom og fleksibul. Um vit megna at flyta hesar eginleikar yvir í aðrar geirar, og at skapa samstarv millum etableraðu og nýggju vinnurnar, er einki mark fyri, hvørjar vinnur vit kunnu fáa at blóma í Føroyum.
Vinnurnar sum vaksa skjótast úti í heimi - og sum nógv av okkara ungu útbúgva seg til - eru kreativu vinnurnar og vitanarvinnur. Filmur, KT, móti, biotøkni, gourmetferðavinna og mangar aðrar. Vinnur, sum kunnu vera við til at skapa nýggjar inntøkur, trivnað og vøkstur, eisini á teimum økjunum, har sum traditionellu vinnurnar eru í minking.
Vit eiga ótrúliga nógv skapandi fólk í Føroyum OG alt fleiri klára at skapa sær ein vinnuveg innan kreativar vinnur.
Men ein fortreyt fyri, at kreativir íverksetarar velja Føroyar, er,
at vit taka skapandi vinnurnar í álvara
og at vit ynskja, at tær skulu vera partur av føroysku vinnuni.
Vit mugu tí skapa karmar, sum gera tað gott at vera kreativur íverkseti í Føroyum. Vit eiga at satsa upp á kreativitet og vitan, og taka lut í teirri framleiðslu og virðisskapan, sum henda vinna kastar av sær.
Nýskapan og íverksetan
Vit eru í kapping um hesi vitandi og kreativu fólk, og tí ræður um at vit skipa so fyri, at alsamt fleiri velja Føroyar fram um allar teir møguleikarnar, sum hesi hava í útlondum.
Tað er einki at ivast í, at tað ber til. Um vit av álvara leggja okkum eftir at menna góðar karmar fyri nýggjar vinnur - um vit fáa til vega váðafúsan kapital – og um vit skapa góðar fortreytir fyri marknaðaratgongd út í heim - so eru Føroyar kappingarførar.
Tann heilt stóra avbjóðingin, sum tit í vinnuni kunnu vera við til at lyfta, er váðafúsi kapitalurin.
Vit skulu frá almennari síðu menna góðar vinnufremjandi skipanir, og arbeiða fyri at styrkja fíggingarmøguleikarnar og atgongdina til útlendskan marknað. Men skulu vit fáa ferð á vøksturin, má etableraða vinnan, sum hevur pengar, eisini tora at satsa upp á nýggjar vinnur.
Millum annað mugu íleggjarar og fíggingarstovnar seta seg inn í tær serligu treytirnar, sum gera seg galdandi í hesum vinnum.
Føroyskar loysnir
Tað er ein støðug avbjóðing at reka eitt so lítið, og tó so væl útbygt vælferðarsamfelag - sum okkara. Tí er alneyðugt at vit finna loysnir, sum hóska til okkara tørv.
Vit skulu ikki bara taka loysnir til okkum, sum eru gjørdar til samfeløg, sum eru nógvar ferðir størri enn vit, men í nógv størri mun venda tað til ein fyrimun, at vit eru eitt so pinkalítið og tætt samfelag.
Tí skulu vit halda á fram at talgilda Føroyar eftir okkara egna leisti. Talgildar føroyskar loysnir kunnu geva borgarum og vinnu bæði betri og bíligari tænastur. Talgildar tænastur kunnu eisini geva bæði borgarum og vinnuni størri innlit og ávirkan á síni egnu viðurskifti.
Við teimum ætlanum - sum nú eru í uppskoti - kunnu vit um nøkur heilt fá ár hava eitt talgilt undirstøðukervi og talgildar loysnir í heimsflokki.
Føroyskar loysnir eru eisini ein trygdarspurningur. Fyri at hava ræði á okkara egnu viðurskiftum, eiga persónsupplýsingar og grundleggjandi KT-tænastur at vera í Føroyum. Hóast tað kann tykjast bíligari upp á stutt sikt, at senda upplýsingar og uppgávur av landinum, so bindir tað okkum óneyðugt til útlendskar veitarar og virkar forðandi fyri vinnuligu menningini í Føroyum.
Finna vit hinvegin loysnir, so at KT-tænastur og persónsupplýsingar kunnu flytast heimaftur, so fer tað at skapa nógv nýggj størv, skapa grundarlag fyri menning í KT-vinnuni og soleiðis finna loysnir, sum væl hugsandi kunnu gerast til eina útflutningsvøru.
KT-felagið vísir á, at vit í Føroyum áttu at havt 1.000 fólk í KT-størvum, um vit skulu samanbera okkum við londini kring okkum. MEN vit hava bara uml. 200.
Talgildu Føroyar kunnu skapa grundarlag fyri stórum effektiviseringum í tí almenna, og samstundis fyri størri eftirspurningi eftir vitanarstørvum í privatu vinnuni. Vert er at viðmerkja, at nógv størsti partur av útreiðslunum í KT-verkætlanum eru lønir til privatar ráðgevarar og veitarar. Tí liggur eisini ein stór skylda á tí almenna at bera so í bandi, at tað verða føroyskar fyritøkur, sum fáa møguleikan at loysa tær KT- uppgávur, sum liggja fyri framman.
Fáa sum mest burtur úr tilfeinginum
Vit eiga eitt fantastiskt náttúrutilfeingi, men vit kundu fingið nógv meira burtur úr tí. Skulu vit vera sjálvbjargin í longdini, mugu vit gerast meira burðardygg og ikki lata gott tilfeingi fara burtur.
Nú tykist tíbetur sum um tilvitið - um at fáa sum mest burtur úr øllum náttúrutilfeinginum - styrkist.
Høvdavirkið í Leirvík, sum bleiv ársins virki fyri tíggju árum síðani, hevur slóðað fyri og víst, hvussu avlopsorka og rávøra, sum varð sæð sum burturkast, kunnu gerast hollur matur, bæði til fólk og fæ.
Tí er tað at fegnast um, at vinnan eigur virknan lut í granskarasetrinum iNOVA, og at granskarar úr vinnuni saman við almennum granskingarstovnum, menna eitt umhvørvi fyri biotøkniligari gransking og menning.
iNOVA er eitt gott dømi um, hvussu privati og almenni geirin kunnu samstarva um gransking og nýskapan, og fáa annað og meira burtur úr, enn nakar klárar einsamallur.
AT ENDA : Eg vil - sum landsstýrismaður í vinnumálum - leggja meg eftir at samstarva við vinnuna og eggja til, at hon gerst framtakshugað, lønandi og kappingarfør.
Møguleikarnir eru óendaligir, bæði at fáa meira burtur úr tí kenda - og at ganga heilt nýggjar leiðir.
Tað er tí við stórum bjartskygni at Vinnudagurin 2015 verður settur.
Takk fyri.