27.03.2009 · Umhvørvismálaráðið

Røða í sambandi við átak hjá Bláa Krossi

Røða hjá Johan Dahl, landsstýrismanni til átakið hjá Bláa Krossi tann 21. mars

Eg takki Bláa Krossi fyri at vera boðin við til pallborðsfundin í dag, har ljós verður varpað á evnið:  "Føroyskur rúsdrekkapolitikkur”.

 
Blái Krossur hevur sent mær nakrar spurningar, sum eg fari at royna at svara.
 
Til spurningin um, hvussu eg vil lýsa føroyskan rúsdrekkapolitik í dag, kann bert verða víst til endamálsorðingina í galdandi rúsdrekkalóg.
 
Í stuttum er galdandi politikkur á økinum, at landsstýrið í mest møguligan mun skal minka um teir skaðar, sum nýtslan av rúsdrekka hevur við sær fyri einstaklingin og fyri samfelagið. Politikkurin er við lógini frá 1992 framdur í praksis við, at skipað viðurskifti komu til vega. Skamtanarkortskipanin varð avtikin og einkarinnflutningur varð settur í verk. Einkarinnflutningur og -søla varð løgd til almennu landsfyritøkuna Rúsdrekkasølu Landsins. Rúsdrekka- og Narkotikaráðið (nú Fólkaheilsuráðið) gjørdist ein neyðugur og sera týðandi og aktivur aktørur á økinum. Tí til tess at fremja tílíkan tálmingarpolitikk, varð neyðugt at fara undir upplýsandi og fyribyrgjandi virksemi í sambandi við rúsdrekka. Blái Krossur og Heilbrigdið hava hvør í sínum lagi havt ein sera týðandi leiklut í viðgerðini og eftirviðgerðini av rúsdrekkamisnýtarum.
 
Royndir hava víst, at rúsdrekkapolitikkur yvirhøvur er rættiliga trupul at viðgera í politiskum høpi. Tað er ikki einfalt at fáa eitt sakligt orðaskifti um, hvussu vit framhaldandi tálma og fyribyrgja í einari broytingartíð við nýggjum drekki-, keyps- og nýtslumynstri.
 
 
Til spurningin um, hvussu eg haldi at verandi rúsdrekkalóg hevur roynst?
So vil eg siga stutt og greitt, at lógin við seinni broytingum hevur roynst væl !
Tí eg haldi, at lógin hevur virkað eftir ætlan.
Nýtslan er støðug, tað vil siga umleið 7 alc litr pr. íbúgva eldri enn 15. Hetta er tað sama øll árini síðan lóggávan varð sett í gildið.
Drekkimynstri er broytt til tað betra (kvalitetur heldur enn kvantitetur – frá sterkum løgi til veikari sløg – jøvn nýtsla heldur enn mongdarnýtsla, sum í síðsta enda kann viðvirka til ovurnýtslu/alkoholismu/kvartalsdrankarí/dagligt drekkarí.
 
 
Spurningurin er so, um tað er lóggávan sjálv, ella tað er rákið uttanífrá, sum hevur viðvirkað til, at drykkimynstrið er broytt. Ella møguliga ein samanrenning av báðum.
 
Tillagingar og dagføringar eru framdar í lóggávuni, men alkoholnýtslan er ikki er økt:
 
o       Loyvisnevndin og matstovurnar viðvirkandi til menning av einum góðum drekkimynstri saman við mati (almenn accept og ikki drekking longur í loyndum)
o       Uttandura søla: enn meiri alment (vekk frá kjallaramentanini/kassamentanini (sum mangan førdi til kvartalsdrekkarí).
 
-       Rákið uttanífrá:
o       Nýggjar typir av barrum, matstovum o.s.fr.
o       Øðrvísi drekkimynstur eitt nú í DK, sum tey lesandi taka heim aftur við sær
o       Trends frá fjølmiðlunum (upp á tvørs av geografiskum og kulturellum mørkum - markleyst).
 
Til spurningin um, hvussu mynstrið av nýtsluni er broytt, og hvørja ávirkan hetta hevur, so havi eg fingið upplýst, at mynstrið er broytt, soleiðis at farið er frá sterkari rúsandi sløgum til veikari sløg. Vín- og ølbólkurin er vaksin, meðan brennivíns-bólkurin er minkaður. Fólk keypa yvirhøvur betri og dýrari sløg. Talan er um sokallaða Rennaissancu-trend (champagne, øl, portvín, rom, whisky o.s.fr.). Hetta er tekin um, at brúkarin tekur njótilsi framum mongdarvirkningin.
 
-       Drekkimentanin er broytt til tað betra.
-       Generelt hava tey ungu eina ”sunnari/betri” drekkimentan og hugburð til alkohol enn fyrr.
-       Tey ungu í dag drekka vín og veikari sløg (fyrr: brennivín)
-       Av-tabuiseringin viðførir, at mystikkurin er vekk, og at tú í nógv størri mun fyriheldur teg til vandan, ávirkanina og njótilsið.
-        
 
Til spurningin um, hvat eg haldi um tær broytingar, sum eru gjørdar  gjøgnum árini og hvørja ávirkan hesar hava havt, so haldi eg, at lógin hevur virkað eftir ætlan, tí nýtslan er ikki økt og mynstrið er, at farið er frá teimum sterkari sløgunum til tey veikaru.
 
 
-       At geva menniskum ábyrgd av egnum valum (fríheit) førir við sær, at menniskjað átekur sær hesa ábyrgd enn meiri tilvitað. Tilvitanin viðførir tilvitaðar avgerðir.
 
 
Til spurningin um, hvørjar tær størstu avbjóðingarnar eru eftir mínum tykki í løtuni á rúsdrekkaøkinum, so meti eg tað vera av alstórum týdningi framhaldandi at eydnast við at gera betringar í mun til tálmingina.
At megna at handfara broytingarnar, sum henda í samfelagnum og inkorporera hesar í alkoholpolitisku skipanina við moderatari (konservativari) modernisering av eitt nú lóggávuni/Rúsdrekkasøluni.
 
-       Tey ungu! So alkohol ikki gerst ein trupulleiki fyri tey (bæði nú meðan tey eru ung og eisini seinni í lívinum við skeivum alkoholvanum)!!! (upplæring, vitan og ráðgeving).
 
-       Politiskt: at fáa eitt sakligt kjak og politiskar sakligar viðgerðir.
 
Til spurningin um, hvørji boð eg havi í mun til broytingar í rúsdrekkapolitikkinum í nærmastu framtíð (1-5 ár), so meti eg, at vit framhaldandi skulu geva neyðugu ráðgevingina og seta upp alkoholpolitiskar linjur. Møguliga skulu vit veita og seta størri orku til kunning og fyribyrging (seta inn aktivt í skúlaaldri). Eg rokni annars við, at dagurin í dag fer at geva íblástur og góða ábending í mun til broytingar í nærmastu framtíð.