19.12.2013 · Umhvørvismálaráðið

Røða í sambandi við, at Euraxess-portalurin verður tikin í nýtslu

Eg eri fegin um, at tað er fallið í mín lut at siga nøkur orð í sambandi við, at Euraxess-portalurin verður tikin alment í nýtslu.

Eg giti, at eg eri biðin av tí at Granskingarráðið, sum varðar av Euraxess í Føroyum, ynskir at varpa ljós á týdningin sum gransking, og granskarar sum koma til Føroyar úr útlondum, hava fyri vinnuligu menningina og fyri fólkavøksturin í Føroyum.

Hetta er ein rættiliga stór hending, tí í dag verður eitt nýtt portur latið upp til Evropeiska granskingarheimin.

Á føroyska Euraxess-portalinum kunnu útlendskir granskarar leita sær kunning um at granska og at búgva í Føroyum, og granskarastørv, ið verða lýst á føroyska euraxess-portalinum síggjast eisini í felags Euraxess-høvuðsportalinum, og kunnu søkjast av granskarum um alt Evropa.

Euraxess-portalurin er ein tænasta undir FP7 granskingarskránni og nýggju granskingarskránni Horizon 2020, og føroyska síðan er sostatt eitt ítøkiligt úrslit av, at Føroyar hava valt at luttaka í evropeiskari gransking.

At kunna um Føroyar og at vera sjónlig á sama palli, sum onnur gransking í Evropa, er ein týðandi liður í at menna eitt altjóða føroyskt granskingarumhvørvi.

Granskingin hevur alstóran týdning fyri vinnuligu menningina av Føroyum, og tí hava fleiri stór stig verið tikin seinnu árini, fyri at menna karmarnar fyri gransking, og fyri at fáa fólk heimaftur.

Eitt fræ varð sátt tá ið Vinnuframi fór undir at innrætta síni høli við Hoyvíksvegin til Granskarasetrið iNOVA. Nú er farið at spíra og teir fyrstu granskararnir eru fluttir inn og eg vænti, at umhvørvið, sum er í ferð við at mennast, og stjórin Janus Vang, við sínum altjóða royndum og sambondum, skjótt fara at skapa eitt altjóða  granskarasetur í fullum blóma.

Á Setrinum grør eisini um gangandi fót. Sum landsstýrismaður við ábyrgd fyri orkuveiting fegnist eg almikið um, at Fróðskaparsetrið hevur raðfest Orkugransking og -útbúgving, og sett navnframa og viðurkenda granskaran Boga Bech Jensen sum professara í orkuverkfrøði.

Og innan samfelagsvísindi hevur ráðgevin í Vinnumálaráðnum seinastu árini, Eirka Hayfield, sum m.a. hevur staðið fyri fólkavakstrarætlanini, eisini valt at taka við avbjóðingunum á Fróðskaparsetrinum.

Hesi, og fleiri onnur við, eru dømi um granskarar, sum eru fluttir til Føroya at gera mun, og sum brenna fyri at menna eitt altjóða granskingarumhvørvi í Føroyum.  Eg vænti eisini, at tey fara at taka stig til nógvar nýggjar verkætlanir, sum verða lýstar og fara at skapa lív á føroyska Euraxess-portalinum.

Bæði fyri vinnuligu menningina og fyri samfelagsmenningina yvirhøvur, er tað ein gáva at væl útbúgvin fólk í bestu árum flyta til Føroya, nógv teirra við familju. Vit gerast tá fleiri, og sum samfelag fáa vit høvi at knýta heilt nýggj og fjølbroytt netverk út í heim.

Granskararnir taka síni fakligu netverk við sær. Summi hava kanska verkætlanir við sær, ið eru fíggjaðar í útlondum, og tey leggja soleiðis beinanvegin væl afturat samfelagsbúskapinum. Granskarar og familjur teirra hava eisini sítt sosiala netverk við sær, og tey koma  at siga frá um Føroyar, tá ið tey samskifta við familju, vinir og kenningar úti í heimi. Eg eri fullvísur í, at fyri hvønn útlendskan granskara, sum kemur til Føroya, koma eisini fleiri ferðafólk, sum annars ikki høvdu hugsað um at vitja hendan vegin.

Tað er tí umráðandi, at vit duga at taka væl ímóti útlendingum, eisini sum myndugleikar. Tað skal kennast greitt og einfalt at koma til Føroyar. Tað hevur verið nevnt, at tað átti at borið til at fingið eina fast-track skipan fyri granskarar, eins og vit hava fyri læknar og ítróttarfólk. Hetta hevði helst verið skilagott, tí  lítið er at ivast í, at granskarar hava eins nógv at siga fyri heilsustøðuna og trivnaðin hjá vinnuni og hjá samfelagnum sum heild.

Eg veit ikki um hetta ber til, men eg taki undir við at vit gera tað, sum vit kunnu, fyri at tað skal vera gott at koma til Føroyar.

Góð og greið kunning um landið, og um tey viðurskifti, sum fólk mugu hava fingið í lag, áðrenn tey koma higar, eru millum fremstu amboðini at fáa fólk at kenna seg væl móttikin. Og tá er Euraxess-portalurin eitt sera gott amboð til at fáa fólk at kenna seg vælkomin, eins væl og til at varpa ljós á okkara land í evropeiska granskingarsamfelagnum.

 

Takk fyri