12.09.2016 · Umhvørvismálaráðið

Røða hjá Poul Michelsen, landsstýrismanni, til setanina av Creative Business Cup 2016

Røða hjá Poul Michelsen, landsstýrismanni, til setanina av Creative Business Cup 2016

Góðu tit, sum hava leitað tykkum higar í dag, fyri at eygleiða ella luttaka í altjóða kappingini Creative Business Cup.

Creative Business Cup er ein kapping fyri skapandi íverksetarar, sum eru klárir at bjóða heiminum av.

Í altjóða kappingini luttaka nýggjar fyritøkur, sum bjóða seg fram við hugskotum og konseptum, sum ikki enn eru til. Eisini luttaka fyritøkur, sum longu eru á altjóða marknaðinum.

Dómararnir í kappingini eru kendir íverksetarar, íleggjarar og umboð fyri altjóða nýskapandi fyritøkur.

Tey, sum luttaka, fáa soleiðis høvi at læra frá nøkrum av teimum bestu og fremstu, sum kunnu vegleiða, geva góð ráð og sparra og ikki minst at geva luttakarunum møguleika at vaksa um sítt altjóða netverk.

Eg vil nýta høvi at takka Vinnuframa, Íverksetarahúsinum og Hugskotinum fyri at samstarva um kappingina Creative Business Cup. Vit ásanna,  at uttan at allir partar í føroysku vinnuframaskipanini lyfta í felag, so hevði tiltakið als ikki borið til.

Eg veit, at tit hvør sær gera nógv annað fyri at stuðla upp undir tær skapandi vinnurnar.

Umframt at ráðgeva fyritøkunum, sum hava vunnið stóran heiður við at luttaka í altjóða Creative Business Cup fyri Føroyar, hevur Íverksetarahúsið tikið stig til fleiri átøk fyri skapandi vinnur, m.a. spælverkstovuna GameJam og spælsmiðjuna fyri telduspælsfyritøkur.

Íverksetarahúsið Hugskotið hjá Tórshavnar kommunu hevur frá byrjan havt skapandi fyritøkur í sínum viðskiftahópi og arbeiðir nú við at skapa teimum enn betri karmar.

Hjá Vinnuframa er seinnu árini umleið helvtin av játtanini og nógv arbeiðsorka nýtt til verkætlanir innan skapandi vinnur.

Eisini vil eg takka tykkum, sum hava átikið sær lutin at døma (meta um) verkætlanirnar og soleiðis  velja vinnara. Vinnarin skal umboða Føroyar í altjóða kappingini Creative Business Cup.

Í Føroyum hava vit einastandandi góðar fyritreytir fyri skapandi vinnur.

Vit hava eitt sjáldsama ríkt mentanarlív, og ein vaksandi skara av fólki, sum megnar at liva av list, mentan og øðrum skapandi virksemi.

Alt fleiri nema sær eisini skapandi útbúgvingar og um karmarnir eru góðir og kappingarførir, er heilt vist, at nógvir skapandi útisetar fara at koma heim og luttaka á altjóða kreativa pallinum við Føroyum sum støði.

Fyri at stimbra geiran, stuðlar landsstýrið  gongdina, og hevur tí orðað ein politikk fyri skapandi vinnur við málsøknum átøkum.

Átøkini, sum landið skipar fyri, kunnu tó ikki standa einsamøll, men heldur stuðla upp undir alt tað góða arbeiðið, sum mentanarstovnar, felagsskapir og kommunur gera fyri at stuðla upp undir tær skapandi kreftirnar í Føroyum.

Creative Business Cup fer í ár fram í Reinsarínum í Tórsgøtu, sum Tórshavnar kommuna seinnu árini hevur gjørt til mentanargøtu. Men var kappingin eitt sindur fyrr, kundi kappingin eins væl verið hildin í mentanarvikuni í Fuglafirði ella í SALT í Suðuroynni.

Megna vit at samstarva tvørtur um fyrisitingarlig og faklig mørk, so hava vit framúr fyritreytir fyri at gera allar Føroyar til ein skapandi depil.

Og at enda vil eg takka tykkum, sum bjóða tykkum fram í kappingini, og sum vilja bróta upp úr nýggjum í føroyskari vinnu.

Ein av tykkum luttakarum vinnur pláss til at luttaka í finaluni í Keypmannahavn í november, men eg ivist ikki í, at tit øll fara at fáa nógv burtur úr bara við at luttaka í kappingini og fáa høvi til at leggja tykkara  verkætlanir fram - fáa tær grundaðar og mettar av einum paneli av vælskikkaðum dómarum og eini spentari áskoðarafjøld.

Góða eydnu!

Við hesum eru Creative Business Cup Føroyar 2016 settar.