04.03.2017 · Umhvørvismálaráðið

Røða hjá Poul Michelsen, landsstýrismanni, til nýggja farið hjá Bakkafrost, M/S MARTIN

Røða hjá Poul Michelsen, landsstýrismanni,  til nýggja farið hjá Bakkafrost, M/S MARTIN

Góðan dag og takk fyri, at eg varð boðin við til hátíðarhaldið í dag, tá ið nýggjasta skip tykkara fer í vinnu.

Bakkafrost hevur havt nógv at hátíðarhalda seinnu árini. Tit hava verið kosin ársins virki, Regin hevur verið ársins leiðari, tit hava ár undan ári havt metstór rakstraravlop og føroyski alilaksurin verður mettur at vera heimsins besti. Slík úrslit fáa bert tey, sum bæði eru djørv og framskygd, sum seta dygdina í hásæti og, ikki minst, eru miðvís og sera disiplinerað.

Dygdin er fremsta vørumerkið hjá føroyska laksinum, og tað vita tit framleiðarar tíbetur best av øllum. Dygd í laksi er í dag ikki bert góður smakkur, rætti liturin og vakrastu fløkini, men eisini at fyritøkan tekur atlit til náttúru og umhvørvi í øllum lutum. Tí er eisini ein tann størsti kappingarfyrimunurin hjá føroyskum laksi, at hann ikki verður medisineraður og at tit nýta natúrligar hættir at fyribyrgja trupulleikum, sum nú laksalúsini.

Í hesum døgum, har sum prísurin er methøgur og føroyska framleiðslan effektivast av øllum, er lúsin ein støðug hóttan. Og tað, sum vit í dag hátíðarhalda, er júst, at nýggjasta vápn tykkara í stríðnum móti hesum snúltaranum, verður sett inn - skipið Martin, ið er serútgjørt at vaska lús av laksinum, uttan at nýta kemisk evni. Navnið stavar frá Rómverska krígsgudinum Mars, og hóskar tí ser væl til hetta skipið.

Navnið Martin stendur fyri dirvi, og djarvir hava teir verið, brøðurnir sum settu hetta virki á stovn fyri sløkum 50 árum síðani. Sama dirvi hava tit víst, sum eftir teimum tóku og sum hava vaksið um fyritøkuna, til nú Bakkafrost er Føroya størsta fyritøka, og áttanda størsta alifyritøka í heiminum.

Ofta verður sagt, at einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt, og tað má so eisini verða galdandi fyri laksalús. Tí hóast lúsin er ein øgilig plága, og ein støðug hóttan móti fremsta útflutningi okkara, so er hon eisini ein áminning um, hvussu viðkvom natúran er, og hvussu avgerandi tað er, at vit arbeiða við natúruni og ikki ímóti henni. Eisini kveikir stríðið at basa lúsini, hugflogið hjá føroyskum uppfinnarum og íverksetarum. Teir tríggir brøðurnir, sum stovnaðu Bakkafrost, vóru íverksetarar um ein háls, og støðuga framgongdin í alivinnuni ber boð um, at hetta er ein vinna, sum altíð er klár at ganga nýggjar leiðir, og at royna nýggja tøkni. Sum landsstýrismaður í vinnumálum er tað viðkomandi hjá mær at nevna, at umframt sjálvur at vera íverkstari, var Martin Jakobsen í nøkur ár eisini leiðari fyri TK-stovuna, sum var partur av vinnuframaskipanini. Í hesum starvi hevði hann ábyrgd fyri at ráðgeva íverksetarum og vinnufyritøkum sum heild, og mær er sagt, at hann var sera góður í ráðum, stimbrandi og hjálpsamur. Eisini tí tykir tað hóskandi, at tit kalla nýggja tænastuskipið upp eftir Martini.

Við vón um, at M/S Martin verður tykkum til nógva gleði og stóra nyttu. Hjartaliga til lukku við skipinum og góða eydnu.