31.03.2017 · Umhvørvismálaráðið

Røða hjá Poul Michelsen, landsstýrismanni, til Íverksetaradagin 2017

Røða hjá Poul Michelsen, landsstýrismanni, til Íverksetaradagin 2017

Vælkomin til árliga íverksetaradagin. Dagurin, tá ið vit fagna teimum, sum hava dirvi, áræði og orku til at seta gongd á nýggjar vinnur.

Íverksetarar hava altíð verið til og fara altíð at vera tað – talan er um at rúma sjálvum  hugflognum, sum ferðast millum tað møguliga og ómøguliga. Um at flyta mørk – um at trúgva uppá egna megi og mátt. Eitt samfelagnum uttan íverksetarar er eitt fátækt samfelag.

Okkara uppgáva – sum samfelag – er at geva hesum rúmd og tryggja, at karmarnir kring somu er so góðir sum gjørligt.

Íverksetan er tíðarleys. Trongdin til at skapa og finna uppá er altíð har – tað verið seg í ringum ella í góðum tíðum. Í ringum tíðum er hon kanska meira vónskapandi. Men eisini í tíðum sum hesum, tá ið búskapurin gongur við fullari ferð, er tørvur á fólki, sum duga at síggja longri fram, sum vilja slóða fyri framtíðar vinnur, og skapa eitt meira fjøltáttað vinnulív.  

Møguleikarnir eru tíbetur nógvir.

  • Ferðavinnan er í stórum vøkstri. Stórur tørvur er á tilboðum til ferðafólk, so at tey kunnu fáa eina góða uppliving og leggja meira eftir sær til samfelagið.
  • Fólk tekkjast skapandi vinnunum. Nógv útbúgva seg innan hesar, og tráa eftir at skapa sær eina tilveru grundaða á kreativitet og íverksetan.
  • Stórir møguleikar í at gagnnýta tað nógva og góða tilfeingið, bæði á landi og í sjónum, sum ikki verður fingið til høldar í dag.

Tí eru seinastu árini eisini nógv átøk framd fyri at stimbra undir og lætta um hjá íverksetarum. Kanska er eitt gott høvi júst í dag at taka saman um tað, sum er gjørt.

Granskarasetrið iNOVA var sett á stovn júst fyri at fáa meira burtur úr náttúrutilfeinginum og ikki minst tí menniskjaliga tilfeinginum. Á iNOVA verður arbeitt við biotøkni í breiðastu merking, líka frá DNA til fiskakips og tvørfakliga umhvørvi við bæði granskarum og íverksetarum, letur upp fyri heilt nýggjum og óvæntaðum møguleikum og vørum.

Eisini eru fleiri skipanir gjørdar, sum skulu gera tað einfalt at reka egna vinnu uttan at skula gera stórar íløgur.

Heimablídnisskipanin gevur ríkar møguleikar hjá fólki at skapa serstøk matstovutilboð í sínum egna heimi. Eitt spennandi tilboð – ikki minst til ferðafólk, sum ynskja okkurt serstakt. Liberaliseringar í lógini fara at loyva enn størri rúmd fyri hesari vinnu.

Síðani 1. januar í ár hevur borið til at stovna íverksetarafeløg í Føroyum, sum bara tørva eina krónu í eginpeningi. Feløgini kunnu síðani byggja seg upp, til tey hava savnað sær eginpening til at gerast vanlig smápartafeløg.

Politikkur fyri skapandi vinnur var almannakunngjørdur í fjør. Og farið er nú undir at fremja átøkini í politikkinum.

Fyrsta tilmælið at skipa Filmshús er til viðgerðar í tinginum í hesum døgum.

Filmshúsið skal virka fyri at menna føroysku filmsvinnuna, og tað skal eisini marknaðarføra Føroyar sum filmsland. Við Filmshúsinum fær føroyska vinnuframaskipanin eitt lið afturat, sum burturav skal arbeiða fyri filmsvinnuni, men sum tó verður í tøttum samstarvi við aðrar vinnuframaskipanir.

 Somuleiðis er eitt uppskot á veg í tingið, um afturberingarskipan til filmsframleiðslur. Henda skipan hevur til endamáls at javnseta okkum í kappingini við grannalond okkara í kappingini um at draga filmsframleiðslur til Føroya.

Í politikkinum fyri skapandi vinnur verður eisini mælt til at skipa ein talgildan verkstað, eitt sonevnt Fab Lab, í Føroyum. Nú hevur Miðnám í Kambsdali tikið á seg at fremja tað í verki, við góðum stuðli, frá bæði løgtinginum, kommunum og vinnuni í økinum.

Fab Lab er ein heimsumfatandi felagsskapur av talgildum verkstøðum, sum uppfinnarar, næmingar, íverksetarar og øll onnur áhugaði kunnu brúka til at gera nýggj hugskot til veruleika.  Á einum Fab Lab ber til at framleiða snøgt sagt allar lutir – líka frá minsta skreytlutum til framkomin teldustýrd tól. Tí er einki at ivast í, at hesin verkstaðurin verður ein fongur fyri føroyskar vørumennarar og fyri íverksetan í Føroyum.

At Miðnám í Kambsdali gongur á odda við Fab Lab, er eitt gott dømi um, at átøk til frama fyri íverksetan verða gjørd um alt landið, og at bæði skúlar, áhugafeløg og kommunur taka ábyrgd av menning og íverksetan.

Nýggjasta íverksetaraátakið er menningardepilin á Sendistovu Føroya í Keypmannahavn. Hesin pallur bjóðar nú íverksetarum at leiga arbeiðspláss, fundar- og framsýningarhøli fyri serliga lagaligar treytir. Átakið verður gjørt saman við føroysku vinnuframaskipanini. Bæði Íverksetarahúsið, Vinnuframi, Framtak og Hugskotið hjá Tórshavnar kommunu, eru atknýtt sum ráðgevarar.  Endamálið er at lætta um hjá føroyskum fyritøkum, sum vilja vaksa út í heim, og ikki minst, at knýta tættari bond til føroyskar íverksetarar uttanlands.

Eisini hinar sendistovurnar – í Reykjavík, Brússel, London og Moskva eru fúsar at hjálpa íverksetarum, sum leita sær út í heim.

Men hvussu góðar skipanir vit enn hava, so er og verður tað upp til tykkum, sum ganga við hugskotum og dreymum, at gera av, hvussu nógvar nýggjar fyritøkur, vit koma at síggja í framtíðini.

Eg vóni, at hesin dagurin verður við til at kveikja ein neista hjá teimum, sum hava ein íverksetara í búkinum, og at leggja afturat eldinum hjá tykkum, sum longu brenna fyri at fáa nýggjar virkisætlanir at eydnast. Og at tit veru fáa kensluna av, at samfelagið Føroyar virðir tykkara virkisleið í tráan eftir at skapa nýtt, og soleiðis gera dagin ríkari fyri okkum øll.

Við hesum orðum verður Íverksetaradagurin 2017 settur.