25.06.2013 · Umhvørvismálaráðið

Røða hjá landsstýrismanninum í sambandi við handan av filmstilmæli

Nøkur orð í sambandi við handan av filmstilmæli

Takk fyri, Mikkjal Helmsdal, Jákup Veyhe og Jan Berg Jørgensen, fyri at tit hava átikið tykkum at endurskoða, stytta og dagføra tilmælið um filmsvinnu, sum Mikkjal stóð fyri at gera í 2008.

Eg fekk høvi at lesa álitið áðrenn handanina, og eg fari fyrst av øllum at siga, at hetta er eitt sera vælskrivað, stutt og greitt íkast til orðaskiftið um kreativar vinnur í Føroyum. Eg fari tí at heita á politikarar, fjølmiðlar, fólk í kreativu vinnunum, vinnulívinum og á okkara ungdóm, um at lesa frágreiðingina, og at leggja upp í kjakið um vinnupolitisku karmarnar fyri kreativum vinnum í Føroyum.

Kreativu vinnurnar hava ómetaliga stóran týdning fyri okkara framtíð, fyri okkara vinnuligu vakstrarmøguleikar og fyri at gera Føroyar til eitt land, sum dregur fólk at sær.

Kreativu vinnurnar kunnu bert vaksa og mennast, har sum mentanin er livandi og sterk, har sum kreativ fólk trívast og skapa, og í samfeløgum sum hava skilt, at kreativar framleiðslur hava veruligt vinnuligt virði.

Kreativu vinnurnar gagnnýta eitt tilfeingi, sum verður størri og sterkari, jú meira tað verður brúkt.  Tað er tað einstaka kreativa menniskjað, sum megnar at skapa vinnuligar møguleikar burtur úr listini, mentanini, samfelagnum og náttúruni, sum er bæði tilfeingið og motorurin í menningini av kreativu vinnunum.

Hóast eldsálir í mong ár hava víst á møguleikarnar í filmsframleiðslu og øðrum kreativum vinnum, mugu vit tíverri ásanna, at kreativar vinnur enn ikki hava verið tiknar í tí álvara, sum tær hava uppiborið. Flestu okkara eru stórforbrúkarar av filmi, tónleiki, designi og øðrum kreativum framleiðslum, men kortini er tað trupult at síggja, hvussu stórt vinnuligt virði hesar kunnu hava fyri okkum.

Ein orsøk er kanska at fiski- og alivinnan eru so stórar, at alt annað tykist smátt afturímóti. Ella kanska er tað tí at vit hava eina ógvuliga siðbundna fatan av vinnu og arbeiði, og at vit enn ikki hava skilt, hvussu nógv heimsbúskapurin, arbeiðsmarknaðurin og lívið hjá fólki broytist í hesum árum.  Men ein orsøk er helst eisini, at vit ikki kenna búskaparliga týdningin av list, mentan og kreativum vinnum, og at vit tí als ikki rokna tað sum eitt veruligt búskaparligt íkast.

Fyrra árið skipaði Vinnumálaráðið, saman við Mentamálaráðnum og Løgmansskrivstovuni, fyri ráðstevnu um kreativar vinnur. Har varð ein nýggj íslendsk kanning løgd fram sum vísti, at kreativu vinnurnar útgera uml. 200 mia. íslendskar krónur (ella 10 mia. danskar krónur), av íslendska búskapinum. Leysliga var mett, at av hesum 10 mia. vóru einar 3-4 mia. ella uml. 3% av íslendska búskapinum framleiðsla, sum ikki hevði komið í búskapin aðrar vegir. Hetta eru á leið somu tøl, sum nevnd verða í filmsálitinum, har sum tað eisini verður sagt, at íslendingar meta, at hesar vinnur bara fara at vaksa, og tær enntá kunnu gerast størstu vinnurnar í Íslandi sum frálíður.

Rokna vit um til føroysk viðurskifti, svarar tað til, at kreativu vinnurnar høvdu á leið eins stóran búskaparligan týdning sum alivinnan.
Hvørji røttu tølini eru í Føroyum, vita vit ikki. Vit hava eingi verulig hagtøl ella greiningar, sum geva álítandi boð upp á búskaparliga týdningin av kreativum vinnum í Føroyum. Kreativu vinnurnar vera tí við skerdan lut, tá ið tær verða hildnar upp móti vinnum, har sum vit betur kenna treytirnar og kunnu meta um inntøkumøguleikarnar. Ferðavinnan hevur verið í júst somu støðu. Og tí tók tað so drúgva tíð, áðrenn undirtøka fekst fyri veruliga at raðfesta ferðavinnuna.

Tað eru tí allar orsøkir til at vit taka kreativu vinnurnar í álvara, eisini í vinnupolitikkinum, sum nú verður endurskoðaður og dagførdur.
Vinnupolitikkurin skal vera generellur, og skapa bestu karmar fyri vinnuliga menning yvirhøvur. Politiska skipanin skal bera so í bandi, at undirstøðukervið er kappingarført, og at vit eru før fyri at samskifta og samstarva við somu vinnur úti í heimi. Vinnupolitikkurin skal ikki nýta eina Pick-the-Winner strategi, og politikarar og embætisfólk skulu ikki velja millum film, tónleik, telduspælsvinnu ella matlist sum útvald satsingarøki. Tað eru tær kreativu vinnurnar sjálvar, sum skulu vísa, hvørjar teirra megna at mennast best í Føroyum. Men vit skulu satsa upp á tær kreativu vinnurnar sum heild, og tá eisini leggja upp fyri teimum heilt serligu avbjóðingunum og møguleikunum, sum hvør kreativ vinnugrein hevur.

Álitið frá Klippfisk gevur eitt sera gott íkast til arbeiðið at endurskoða og dagføra vinnupolitikkin, bæði í mun til kreativar vinnur sum heild, og eisini við teimum ítøkiligu uppskotunum til, hvussu karmarnir fyri júst filmsvinnuni kunnu gerast kappingarførir.

Hetta tilmælið verður ikki lagt í skuffuna.  Tað verður beinanvegin tikið við í arbeiðinum við vinnupolitikkinum,  og  frágreiðingin verður sjálvandi eisini løgd á heimasíðuna hjá Vinnumálaráðnum. Eg vænti og vóni, at nógv fara at lesa frágreiðingina, og at hon verður við til at birta upp undir eitt positivt orðaskifti um vinnuligu framtíðina fyri kreativu Føroyar.   

Takk fyri

Álitið kann takast niður her

Roynd