Føroyingum tørvar innovatión – nýhugsan og íverksetan. Seinastu 100 árini hava vit verið tætt knýtt at fiskivinnuni, og nú búskaparlig afturgongd hevur rakt so at siga allan heimin, gerst alsamt týðuligari, at dentur má leggjast á innotiva tilfeingið í Føroyum.
Tað merkir, at nýhugsandi íverksetar mugu fáa atgongd til góða ráðgeving og munagóðar fíggjarmøguleikar.
Sjálvur komi eg av eini íverksetarafamilju úr Suðuroy. Eg havi eisini í nógv ár roynt meg sum íverkseta og vinnulívsmann. Hetta ger, at eg kenni tykkara støðu og veit hvat tit stríðast við. Mín søga og mínar royndir á økinum gera eisini, at tit standa mínum hjartað nær. Eg skal lova tykkum, at eg sum landsstýrismaður í íverksetan fari at leggja meg í seðlan soleiðis, at tit – íverksetar í Føroyum - fáa teir vinnukarmar, sum tit hava uppiborðið.
Rómaborg var ikki bygd eftir einum degi – men tá talan er um at skapa góðar karmar til íverksetan so nýtist okkum ikki at uppfinna djúpa tallerkin av nýggjum. – Her hevur altjóða samfelagið fyri langt síðani slóða leið og nógv góð ráðgeving er at heinta á økinum.
Altjóða samfelagið hevur eisini fleiri ferðir staðfest, at tit íverksetar - hava alstóran týdning fyri máttin og vøksturin í búskapinum í einum samfelag. Tað er í nýggjum virkjum og fyritøkum, at nýggj hugskot koma undan kavi og verða roynd.
OECD hevur fyri kortum gjørt eina umfatandi kanning av hví summi lond klára seg so væl innan íverksetan, meðan onnur lond slett ikki klára, at hugsa og skapa nýtt.
Klára niðurstøðan hjá OECD er, at í londum har góðar og greiðar vinnuskipanir eru, har blomstra nýggjar fyritøkur og nýggjar vørur og tænastur koma undan kavi. Hetta viðførur eisini ein búskaparligan vøkstur, sum verður øllum samfelagnum at gagni.
Felags fyri lond sum hava klára seg væl innan íverksetaraøkið er, at hesi lond hava góðar og greiðar karmar innan hesi øki:
- Íverksetarahugburður
- Íverksetaraskipanir
- Fíggjarmøguleikar
- Skattaviðurskifti
- Lógarkarmar og reglur
- Smidliga fyrisiting
Og av øllum hesum hevur íverksetarahugburðurin stórst týdning. Kanningin vísir, at hugburður fólksins um íverksetan og íverksetarar ávirkar hugin hjá teimum at ganga íverksetararleiðina. Í summum londum verða fólk frá barnsbeinið eggjað til at gerast íverksetarar og lagt verður í tey, at íverksetarar eru slóðbrótandi og fyrimyndir.
Soleiðis skulu vit fólk í Føroyum eisini verða – Vit skulu verða glað og stolt, tá tað gongur okkara íverksetarum væl, tí sum orðatakið sigur – Tá tað regnar á prest, so dryppar á degn – Tá tað gongst tykkum – íverksetum væl - so fer eisini at ganga væl í føroyska samfelagnum øllum at gagni.
Verkætlanirnar og kappingarnar um at stovna egi virki, sum miðnámsskúlarnir skipa fyri á hvørjum ári, eru við til at menna íverksetarahugburðin í Føroyum. Eisini eiga vit longu í barnaskúlanum at ala børnini upp til at hava áhuga fyri vinnulívi og íverksetan, soleiðis at tað verður eitt náttúrligt val at stovna egið virki, og skal eg mæla Íverksetarahúsinum at halda fram við tiltøkum teirra í fólkaskúlanum.
Sjálvur havi eg sett mær fyri at fylgja tilmælinum frá OECD eins og tildømis danska stjórnin ger tað.
Tá talan er um íverksetaraskipanir so hava vit í Føroyum nakrar skipanir. Vit hava íverksetarahúsið í Klaksvík, Bitland og Kleking har føroyskir íverksetarar kunna fara og fáa sær ráðgeving. Men okkara íverksetaraskipanir eru ikki broyttar í nógv ár og eru tí ótíðarhóskandi. Hetta ger, at vit hava tørv á, at endurskoða og samskipa á økinum. Stutt sagt so tørvar okkum eina málrættaða savnan av økinum.
Eg fari í næstum at savna allar partar innan íverksetararáðgeving og nútímansgera skipanina.
Okkum tørvar eisini at endurskoða okkara íverksetarafígging. Vit hava ídag grunnar, sum stuðla og fíggja íverksetarverkætlanir, men eins og við íverksetaraskipanunum so tørvar okkum skipanir innan íversetarafígging, sum eru dagførdar til dagsins tørv. Eg veit at nógvar verkætlanir hjá tykkum ikki sleppa av bakkastokki tí byrjunarkapitalur manglar. Hetta skal broytast ínæstum.
Innan lógarkarmar og reglur havi eg sum landsstýrismaður syrgt fyri, at vit fylgja altjóða reglum á vinnuøkinum. Sostatt eru allar vinnulóggávurnar, sum eru galdandi í Føroyum eins og vinnulóggávur í ES londunum.
At enda kann eg kann fortelja tykkum ídag, at eg íløtuni arbeiði við ítøkiligum átøkum innan íverksetararøkið.
Fyri at taka saman um, so fari eg sum landsstýrismaður hjá tykkum at leggja meg eftir, at gera samlaðu karmarnar fyri íverksetan so góðar, sum møguligt tykkum at gagni.
Hugsanin er at gera eina samanhangandi skipan innan tey fyrr nevndu økini, sum hava týdning fyri íverksetanartilgongdina, har onki av liðunum manglar ella er veikt. Tey økini, eg fyrst umfari at hyggja at, er fígging – serliga fígging í allarfyrstu fasuni í íverksetanartilgongdini – og so smidliga fyrisiting herundir ráðgeving.
Vit góðum íverksetaraanda vil eg arbeiða fyri tykkum. Takk fyri og góðan dag.