30.06.2009 · Umhvørvismálaráðið
Røða hjá Johan Dahl í sambandi við, at nýggja skipið hjá Supply Service varð navngivið
Góðu eigarar, gumman Eydna Justinussen, stjórar og tit, sum arbeiða á Supply Service, - mínar damur og harrar
Eg vil takka reiðarínum fyri, at eg og konan eru boðin við til hesa hátíðarløtu í dag, har Eldborg er doypt og handað eigarunum og vil eg ynskja tykkum hjartaliga til lukku við hesum stásiliga skipinum.
Hetta skip kann av sonnum kallast flaggskipið, eitt - state of the art skip - innan eina føroyska spírandi oljutænastuvinnu, sum vónandi fer at verða enn ein týðandi inntøkuekelda fyri samfelag okkara um fá ár.
Tit hava við Eldborg lagt tykkum eftir at byggja eitt veitingarskip, sum skarar framúr í sínum segmenti og er mær kunnað, at nýggjasta tøknin innan oljurudding og sera framkomin sløkkiútgerð eru týðandi partar av skipinum, - umframt at verða veitingarskip við 800 m2 dekksøki.
Umhvørvisliga er eisini nýggjasta tøknin til minking av Co2 útláti og lýkur skipið sonevndu NOX krøvini, sum ger, at næstan onki útlát, so at siga, er frá skipinum umframt at skipið er dupultskrokkað sum eyka trygd.
Tað, at slík skip sum Eldborg verða skrásett í FAS er gott fyri okkum og passar væl til at Føroyar vilja uppbyggja eina kvalitets Føroyska Altjóða Skipaskrá. Tí er tað serliga gleðiligt at eygleiða, hvussu tað legst afturat føroyska flotanum og kann tað vera við til at menna okkum skjótt á hesum øki, sum er ein global vinna.
Tað, at tit hava áræði at fara undir hesa stóru verkætlan og vísa nýggjar leiðir, er eitt gott fordømi hjá øðrum, sum kunnu vera noydd at leggja um frá fiskivinnu til aðra vinnu og at fyrireika okkum til oljuvirksemi á Føroyaøkinum, sum vónandi ein dag verður veruleiki. Osmundur segði tað so beinrakið í dag í røðu síni, - vit vita ikki, hvussu tætt skattur okkara er, hetta tá hann hoyrdi skipið men onki sá í morguntokuni, og so knappliga sóust mastratopparnir úr mjørkanum, - soleiðis verður vónandi eisini við oljuni á landgrunni okkara.
Sum landsstýrismaður í vinnumálum havi eg fingið ábyrgdina av sjóvinnu og hevur landsstýrið sett sær fyri, at sjóvinna skal gerast týðandi føroysk vinnugrein og er tað at frøast yvir, at arbeiðið við at tillaga FAS vísir seg at bera frukt og FAS skipaskráseting nú er vorðin so kappingarfør, at fleiri skip hava valt at skráseta seg undir henni og gleðir tað meg eisini, at Eldborg er skrásett undir FAS, - takk skulu tit á Supply Service hava fyri tað.
Byrjað varð í áttatiárunum upp á Føroysku Altjóða Skipaskránna, kanska ikki so heilhjartað,
men tráðurin er tikin uppaftur, FAS er vorðið endurnýggjað og hevur Vinnumálaráðið sum eitt at aðalmálunum at tryggja:
- At skipanin skal vera kappingarfør
- At umsitingin skal vera samskipað og effektiv
- At lógir og kunngerðir á økinum verða tillagaðar, so hvørt tørvur er á tí
- At veita vinnuni annars stabil kor fyri at skapa álit á skipanina
- At fáa sum mest av avleiddum virksemi úr hesi vinnuni.
Hóast hetta nevnda, so er tað so sera týðandi fortreyt fyri, at hetta skal eydnast, at gott samstarv og felags fatan er millum tað almenna og vinnuna og kann ikki sigast annað enn, at so er.
Vit í Vinnumálaráðnum og FAS fyrisitingini hava merkt stóran vælvilja og ynski um samstarv frá tykkara reiðaríið og at vísa tykkara reiðarí fram fyri útlendskum gestum, styrkir um álitið á hesum sektorinum og Føroyum sum heild.
Tit eigarar hava drúgvar royndir sum vinnulívsmenn, men eru nýggir á hesum økinum og er tað áhugavert, at tit hava kastað saman við vælkenda norska reiðaranum Per Sævik og ivist eg ikki í, at tað er og verður mennandi og gott samstarv millum Per Sævik og tykkum higani, sum nú fara at royna tykkum innan hesa vinnugrein og vóni eg, at hetta fer hilnast væl.
Tað hava altíð funnist úrmælingar og undangongumenn og -kvinnur í Føroyum, - fólk sum hava havt hugskotini, viljan og ikki minst dirvi til at royna nýggjar leiðir, - sum trúgva upp á hugskotini og føra tey út í lívið.
Uttan hesi fólk hevði samfelag okkara ikki verið komið langt á leið og verið mikið fátækari.
Osmundur, Tummas, Per Sævik og allir tit ónevndu, sum hava verið við til at lyfta hesa ætlan, eru slíkir undangongumenn, sum eg her nevndi.
Tað má verða sera rørandi og ikki sørt gleðiligt, serliga hjá tær Osmundur, at standa her í dag eftir ein mansaldur í føroyskari sjóvinnu og vinnulívi, mangan baldrut, mangan ótakksamt, mangan óhugaligt og vónleyst, - tó heldigvís eisini við góðum ógloymandi løtum, har henda er ein av teimum - í dag saman við famljuni at standa her og uppliva - henda framúr góða summardagin, - at skriva søgu í føroyskum olju-tænastuvinnuhøpi, við hesum snotiliga fari, - søgu skriva av tær og synum og partnarum og frøir tað meg, bæði sum landsstýrismann og tykkara vinur, at vera hesa løtu saman við tykkum.
Uttan góðar ráðgevar og starvsfólk bæði á landi og umborð, sum eg onga løtu ivist í at Supply Service hevur elituna av í sínum hópi, - hevði ein slík ætlan neyvan verið møgulig. Og uttan góðar fíggjarstovnar sum viðspælarar hevði neyvan heldur verið møguligt at lyft slíka stóra verk ætlan.
Eg vil at enda enn einaferð vegna Vinnnumálaráðið og Føroya landsstýri ynskja reiðaríi og manning hjartaliga til lukku við Eldborg, blíðan byr og Guds signing á leið tykkara framyvir.
Takk fyri.