Sum fuglurin Phønix, ið reisti seg úr øskuni, so hevur føroyska alivinnan á sama hátt megnað at reist seg, og upp á stutta tíð klárað at funnið konstruktivar og nýggjar leiðir.
Sum fuglurin Phønix, ið reisti seg úr øskuni, so hevur føroyska alivinnan á sama hátt megnað at reist seg, og upp á stutta tíð klárað at funnið konstruktivar og nýggjar leiðir.
Høvuðsspurningurin og yvirskriftin í dag fyri aliráðstevnuni 2010 er, hvussu vit tryggja eina framhaldandi burðardygga føroyska alivinnu.
Tað eru fleiri faktorar, ið gera seg galdandi, tá umræður at leggja framtíðarætlanir. Tað, sum eg kann bidraga við, er at tryggja góðar og stabilar karmar. Eisini kann eg tryggja, at samstarvið millum myndugleikar og vinnuna framhaldandi skal vera fyrimyndarliga gott.
Sum dømi kann nevnast veterinera regluverkið í sambandi við fyribyrging og basan av fiskasjúkum. Hetta regluverk er gjørt í samstarvi millum vinnuna og myndugleikarnar og er hornasteinurin undir vinnuni í dag. Harumframt kann vera nevnt góða samstarvið millum vinnu og myndugleikarnar um basan av lokalu lúsatrupulleikunum í Sundalagnum, tað verið seg við brakklegging, umskipan av aliøkjum og avgerð um at fara undir royndir við varrafiski.
Sum eitt annað dømi upp á góða samstarvið millum vinnuna og myndugleikarnar kann verða víst til einastandandi skipanina, sum vinnan og Heilsufrøðiliga starvsstovan hava uppbygt í felag, har man kann fylgja við ymsu parametrunum og á henda hátt støðugt fylgja við, hvussu støðan er og framleiðslan er. Hetta er eisini eitt dømi um, at veitararnir til alivinnuna eru á einum høgum støði og saktans kundu verið veitarar til alivinnuna kring heimin.
Mín yvirskipaða visjón fyri alivinnuna er, at:
Alivinnan framhaldandi skal vera búskaparliga, umhvørvisliga og lívfrøðiliga burðardygg og, at alivinnan - eisini framyvir -skal skapa avkast í fríari, altjóða kapping.
Málið, sum eg síggi fyri mær, er, at Føroyar skulu vera millum fremstu ali- og matvøruframleiðslutjóðir í heiminum, tá tað snýr seg um dygd og avkast.
Eg ivist ikki í, at alivinnan sjálv kann taka undir við eini slíkari visjón, og einum slíkum máli, tí tað hevur vinnan víst í verki. Føroysku alararnir hava veruliga lagt seg í selarnar at gerast heimsins bestu alarar.
Alivinnan er vorðin ein av okkara týdningarmestu vinnum.
Framleiðslan í alivinnuni vaks nógv frá 1999 til 2003 fyri síðani at minka nógv fram til 2007. Í 2008 kom tøkan upp aftur á eitt meira vanligt støði.
Tøkan í 2008 var góð 47.000 tons í livandi vekt. Eftir upplýsingum frá heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum er framleiðslan økt í 2009 frá 47.000 tonsum til 51.500 tons av laksi og 8.800 tons av sílum. Eri spentur at hoyra marknaðarútlitini fyri alivinnuna í 2010.
Í síðstu tingsetu varð samtykt nýggj alilóg. Ein týðandi broyting var, at eigaramarkið varð hækkað úr 25% til 50% av øllum aliloyvum. Hetta við tí endamáli at geva alivinnuni betri karmar at virka undir og harvið økja um kappingarførið hjá vinnuni. Harumframt gjørdust millum annað heimildarviðurskiftini millum alilógina og umhvørvis- og djórasjúkulógina greiðari.
Eitt týðandi amboð hjá landinum í sambandi við menningina av alivinnuni er partafelagið Fiskaaling.
Felagið leggur nú størri áherðslu á granskingar- og menningarvirksemi innan alivinnuna í Føroyum. Í tilrættaleggingini av virksemi sínum leggur nevndin – sum hevur fleiri umboð frá vinnuni – áherðslu á at kanna tørvin hjá alivinnuni. Harumframt hevur nevndin sett sær fyri at kanna møguleikan fyri at fara longur út á hav at ala, fyri á henda hátt møguliga at økja munandi um framleiðsluna. Hetta er eisini eitt av 23 ætlandi átøkum hjá landsstýrinum at skapa vøkstur og virksemi.
Fiskaaling hevur tikið avgerð um at steðga við rognaframleiðsluni og kynbótararbeiðinum við laksi og sílum. Eftir áheitan hava føroysku fiskadjóralæknarnir gjørt eina frágreiðing um hesi viðurskifti, sæð út frá einum sjúkufyribyrgjandi sjónarmiði, og havi eg eisini heitt á Fiskaaling um at kanna, hvørt tað kundi verið grundarlag fyri, sum frá leið, at fingið eina burðardygga rognaframleiðslu og kynbótararbeiði í Føroyum.
Royndir hava verið gjørdar við toskaaling á sjónum og á landi. Royndirnar hava í stóran mun givið góð úrslit. Mær kunnugt er ætlanin at halda áfram við toskaalingini á landi, og leitað verður eftir investorum. Eisini eru aðrar ætlanir um aling á landi. Ætlanin er at fylgja væl við og stuðla upp undir hesa tilgongd.
Tað eru so nógvir potentiellir møguleikar fyri menning og vøkstri, at eg rokni við, at alivinnan fer at verða upp aftur týdningarmiklari fyri føroyska samfelagið, enn hon er tað í dag.
Eg vil at enda ynskja Havbúnaðarfelagnum, alarunum og øllum aktørum innan alinvinnuna blíðan byr og hepna hond við virkseminum og góða eydnu við øllum.
Takk fyri!