Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinna í arbeiðsmarknaðar- og umhvørvismálum, helt í morgun røðu fyri norðurlendsku fakfelagsrørslunum, sum í hesum døgum hittast í Norðurlandahúsinum.
Evnið á fundinum í dag var rættvísa grøna orkuskiftið, og landsstýriskvinnan vísti í røðu síni á, at skulu vit eydnast við orkuskiftinum, so skal samfelagið innrættast soleiðis, at øll liva, búgva, framleiða og flyta okkum burðardygt.
- Landsstýrið hevur sett sær fyri at leiða samfelagið móti einum virknum orkuskifti, sum bæði er grønt og sosialt rættvíst. Orkuskiftið skal raðfesta náttúruvernd, útlátsminking og tryggja øllum atgongd til eina fjølbroytta náttúru. Samstundis skal tað varðveita sterka vælferðarsamfelagið, har samhaldsfesti og javnvág verður virt millum bæði ættarlið og landspartar, segði Ingilín Didriksen Strøm. Hon legði afturat, at kanningar vísa, at hálønt í miðal hava størri CO2 útlát enn láglønt, og at eitt javnari býti tí er neyðugt fyri eina burðardygga framtíð.
Á umhvørvis- og veðurlagsøkinum hevur landsstýrið sett fleiri átøk í verk so sum óhefta orkuvegleiðing, útgjald fyri burturbeining av oljufýri, MVG frítøkur og orkuískoyti. Landsstýriskvinnan greiddi frá átøkunum og nýtti eisini høvið til at vísa á samfelagsgongdina og týdningin av, at stóru broytingarnar ikki elva til ótryggleika á arbeiðsmarknaðinum. Hon greiddi frá, at tað er ein fyrimunur, tá tað kemur til at arbeiða við arbeiðsmarknaði og umhvørvi frá einum heildarsjónarmiði, at hesi bæði økini eru undir sama ráði.
- Yvirskipað snýr tað seg ikki bara um at tryggja starvsmøguleikar og ein sterkan búskap, men eisini um at varðveita umhvørvið, tilfeingið vit øll eiga í felag og at tryggja núverandi og komandi ættarliðum eina sunna og burðardygga gongustjørnu, segði Ingilín Didriksen Strøm at enda og eggjaði fakfeløgunum til at halda fram við at samstarva og virka í felag fyri hesum málum.
Á myndini: Sonja Jógvansdóttir, samskipari hjá SAMTAK; Magnus Gissler, aðarskrivari hjá NFS; Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinna og Therese Svanstrøm, forseti í NFS.
Røðan er at finna her