Røða frá Landstýriskvinnuni í samband við, at nýggja og slóðbrótandi grundvatnshitaskipanin í Glyvra skúla var tikin alment í nýtslu.

Góðu tit øll, sum eru komin saman her í dag, - fyri at fegnast saman um hetta slóðbrótandi átakið at gagnnýta orku úr náttúruni til gerandishita hjá komandi ættarliðnum her á Glyvrum.
Takk fyri høvið at siga nøkur orð í hesum sambandi.
Hetta -at bora djúp hol í jørðina og fáa fatur á flógvum vatni at brúka til varandi orkukeldu, er vorðin ein nýggj nissja í vinnuni her á landi, - saman við tí, at fáa til vega hitaskipanir og at seta tær til.
Vit kunnu fegnast um, at tað í dag eru fleiri enn 2000 jarðhitaskipanir virknar um alt landið. Hetta grøna orkuskiftið sparir okkum nú árliga fyri 3000 tonsum av innfluttari olju til upphiting.
Minnist aftur á, tá eg sum smágenta plagdi at spæla við vinfólkum í bygdini, so var eisini við hvørt grivið og rokast í moldini. Tað var ein greið fatan okkara millum, at um man gróv nógv djúpt, so endaði man í Kina. Minnist tó ikki nakað um, at tað var ætlanin hjá okkum at fara so djúpt, ella at vit óttaðust fyri, at onkur kinverji fór at kaga upp gjøgnum holini. Har hjá okkum var tað barnalærdómur, at heitt vatn kundi spríkja úr einari keldu – tað plagdu vit eisini at feira einaferð hvørt ár, - men har frá, og so til at gagnnýta hetta heita vatnið, tað var ikki nakað, sum kom okkum til hugs.
Hendan verkætlanin, sum verður tikin í nýtslu í dag, er eitt skilagott samstarv millum land og kommunu, millum vitan og praktikk, og verður vónandi nakað, sum kann geva framhaldandi innblástur til fleiri skilagóðar loysnir í mun til orkuskifti.
Her hava vit úrslitið av einum skilagóðum samstarvi millum Runavíkar Kommunu, Jarðfeingi og Umhvørvismálaráðið, har verkætlanin eisini hevur fingið stuðul frá orkustuðulsjáttanini hjá Umhvørvismálaráðnum. – sum júst hevði til endamáls at stuðla undir loysnir til orkuskifti.
Tað frøir meg eisini, at tað eru framtíðarinnar ættarlið her í kommununi, sum í teirra gerandisdegi koma at merkja hesa náttúrugivnu orkukeldu, og í uppvøkstri sínum í praksis skilja og merkja, at vit eru í gongd við eitt skifti her á landi til grøna orku – allastaðni. Okkara uppgáva er at lata tey yvirtaka eitt samfelag har vit hava megnað at skapa teimum burðardyggar skipanir við varandi orkukeldum.
Vit hava í Føroyum 53 skúlar. Av hesum hava 13 skúlar fjarhita, jarðhita ella sjóhita. Kann nevna, at Sørvágs skúli fekk sjóhita í 2010, Leirvíkar skúli jarðhita við hitagoymslu í 2022 og nú í 2025 er tað Glyvra skúli, sum fær jarðhita úr rennandi vatni.
Tað má verða okkara mál at vit nú fara at fáa hinar 40 skúlarnar við í orkuskiftinum. Til hetta krevst heilt vist eitt gott samstarv millum allar partar og eisini at kommunurnar, eins og Runavíkar kommuna her, vísa árræði og framfýsni at fáa sett hetta í verk. Tað almenna eigur at ganga á odda og umframt skúlarnar eru nógvir almennir bygningar, sum skulu gerast grønir. Tað er einki at bíða eftir.
Við hesum fari eg at ynskja Runavíkar Kommunu hjartaliga til lukku við nýggju hitaskipanini.