11.03.2009 · Umhvørvismálaráðið

Røða - Fólkaheilsuráðið

Røða hjá Johan Dahl, landsstýrismanni, í sambandi við ráðstevnu hjá Fólkaheilsuráðnum

Fyrst fari eg at takka øllum tykkum, sum hava lagt orku í at gera hetta átak – rørsluárið møguligt.
 
Eg fari at gera tað, eg kann, til tess at virka fyri, at ítøkilig átøk til frama fyri fólkaheilsuna fara at verða tikin á arbeiðsmarknaðinum.
 
Hvussu møguleikarnir fyri likamsvirkni á arbeiðsplássum skulu betrast, havi eg ikki p.t. nakra ítøkiliga loysn uppá.
Tí hetta er í stóran mun tengt at raðfestingum, bæði hjá tí einstaka í og hjá privatu og almennu arbeiðsplássunum.
 
Í hesum tíðum ræður tað um at fremja útreiðsluneutral frambrot. Tað í sær sjálvum er ein avbjóðing.
 
Tí flestu privatu og almennu arbeiðsplássini eru í eini støðu, har fíggjarligt skynsemi liggur fremst í raðfestingunum.
Tað hevur mangan verið sagt, at almennu og privatu arbeiðsplássini helst skulu hava heilsumiðstøð ella fittnessrúm til starvsfólkini, tí hetta gagnar heilsuni hjá tí einstaka og økir um arbeiðsorkuna.
 
Eg eri samdur við Fólkaheilsuráðnum um, at vit skulu gera tað, vit megna fyri at skapa trivna og ganga á odda í tí, sum gagnar heilsuni hjá tí einstaka.
 
Hinvegin, so eigur tað almenna ikki at leggja seg út í at kappast við privatu feløgini á hesum øki.
 
Í Fólkaheilsuætlanini stendur m.a., at ”Møguleikarnir fyri kropsvenjing á arbeiðsplássum skulu betrast. Arbeiðsgevarar, bæði almennir og privatir, eiga at seta í verk ein rørslupolitikk, ið fremur likamsvirkni”.
 
Tað vil eg fegin viðvirka til. Men tað verður allarhelst trupult at ganga tilmælinum frá Fólkaheilsuráðnum á møti um, at almennu arbeiðsplássini í 2009 skulu hava tikið stig til, at starvsfólkið hevur atgongd til kropsvenjing ígjøgnum arbeiðsdagin, um sipað verður til, at arbeiðsplássini skulu inrættað fleiri fittnessrúm. Hetta tí, at játtan ikki er tøk til tess. Og serliga tí, at tað almenna eigur ikki at etablera óneyðug tiltøk, sum tey privatu longu hava sett í verk.
 
Eg vil sjálvsagt stuðla, at fleiri starvsfólk fara at brúka tey fittnessrúm og tær ítróttarhallir, sum longu eru etableraðar. Men eg mæli frá, at tað almenna fer út og byggir óneyðugar dupultfunktiónir upp, sum tey privatu vinnurekandi hava stríðst fyri at fáa at bera seg.  
 
Í míni verð eru nógv átøk gjørlig at fremja, sum kunnu stimbra likamsvirkni.
 
Tað ber til dømis til at vísa starvsfólkunum á, at til ber at skipa seg í størri ella smærri bólkar og melda seg til tey tilboð, sum longu eru. Jú fleiri, ið melda seg til, tess betri kann tilboðið gerast.
 
Eisini ber til at mæla starvsfólkum til at taka døgurðasteðgin sum ein gyltan møguleika at ganga ein túr, kanska í høgum tempo við feittteljara ....
 
Góðan byr við átakinum ynski eg tykkum.