26.04.2016 · Umhvørvismálaráðið

Rigmor Dam flaggdagsrøðu í Reykjavík

Rigmor Dam flaggdagsrøðu í Reykjavík

Í gjár helt Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, flaggdagsrøðu í Reykjavík í sambandi við flaggdagshald, sum sendistovan í Reykjavík skipaði fyri.

Í gjár, tann 25. apríl varð flaggdagurin hjá Sendistovu Føroya hildin við hugnaligari móttøku á Café Flóru í Grasagarðinum í Íslandi. Tiltakið var sera væl eydnað, og høvdu flestu gestirnir orð á tí. Mett verður, at umleið 150 fólk vitjaðu og veðrið var av tí allar fagrasta.

Sendimaðurin, Petur Petersen beyð vælkomin og Rigmor Dam, landsstýriskvinna í Mentamálum, helt flaggdagsrøðuna. Hallur Joensen, Kristina Bærendsen og Beddi Hansen framførdu nøkur løg, áðrenn boðið varð til føroyskar brellbitar o.a. Marentza Poulsen hevði fyrireikað matin og Føroya Bjór stuðlaði við drykkjuvørum.

Café Flóra var ein sera góður og hugnaligur karmur um eitt frálíkt hátíðarhald millum føroyingar og samstarvsfelagar úr øðrum londum. Nógvir føroyingar og føroyavinir vóru komnir at lýða á og eisini vóru fleiri embætisfólk, Altingslimir, ráðharrar og forseti Íslands til staðar.

(myndartekstur: Millum mongu gestirnar á flaggdagshaldinum í Reykjavík var eisini íslendski forsetin, Ólafur Ragnar Grímsson. Her saman við Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, ið bar fram røðu.)