Í Degi og Viku í gjárkvøldið viðvíkjandi vindmyllulundini í Húsahaga segði nevndarformaðurin í SEV, at samstarvið millum SEV og Magn um ognarskapin av vindmyllulundini í Húsahaga er ”ikki ein avgerð, sum SEV vildi hava, men mátti taka, tí landsstýrið vil liberalisera orkuøkið – sum orkufelag vóru vit noydd at spæla við uppá tað....”.
Til tað skal viðmerkjast:
Tað var avgjørt ikki ein avgerð hjá landsstýrinum, at SEV skuldi samstarva við Magn. Ei heldur var tað ein avgerð, sum SEV “mátti” taka. Tað stóð SEV púra frítt at velja, um SEV vildi bjóða einsamalt ella saman við øðrum. Um SEV ikki hevði Magn við í sínum boði, so hevði tað ikki broytt um avgerðina hjá Jarðfeingi at geva SEV loyvið, tí tað sum taldi til fyrimuns fyri SEV var, at SEV hevði eina tekniska loysn og ein prís, sum samanlagt var betri enn tann hjá øðrum boðgevum, og tí vann SEV útboðið.
Tað er rætt, at við elveitingarlógini, sum allir flokkar á tingi vóru samdir um, var ætlanin at liberalisera orkuøkið m.a. soleiðis, at tað skal verða møguleiki fyri fleiri elframleiðarum – fyrst og fremst á vindorkuøkinum. SEV skal eiga 2/3 og Magn 1/3 av felagnum, sum skal eiga vindmyllulundina. Felagið er sostatt dótturfelag hjá SEV. Tað er tí ikki talan um, at tað við hesum felagnum verða fleiri elframleiðarar. Felags ognarskapurin var tískil óviðkomandi fyri viðgerðina av loyvinum til vindmyllulundina.
Landsstýrismaðurin í vinnumálum stendur sostatt undrandi yvirfyri útsøgn nevndarformansins, ið ikki hevur hald í veruleikanum.