HVØR GER HVAT? Kynsbýtið á arbeiðsmarknaðinum og heima
Hvussu ávirkar kynsbýtið á arbeiðsmarknaðinum og heima við hús javnstøðuna? Hví eru so fáir menn í umsorganarstørvum og í starvi innan undirvísing? Hví fara so fáir menn í barsilsfarloyvi? Hví arbeiða so nógvar kvinnur niðursetta tíð? Hvør hevur ábyrgd av javnstøðu á arbeiðsmarknaðinum og heima? Hvussu ávirkar arbeiðsmarknaðurin í útjaðaranum javnstøðuna? M.a. hesir spurningar verða viðgjørdir á ráðstevnu í Norðurlandahúsinum 27. Mai 2014. Á ráðstevnuni hava granskarar og serfrøðingar framløgur, og kjak, sum viðgera ymsu evnini gjølla, eru á skrá. Úrslit frá norðurlendsku verkætlanini ”Deltid i Norden” verða løgd fram, og áhoyrararnir fáa m.a. innlit í, hvussu arbeiðsbýtið er millum kynini í ymsu Norðurlondunum. 28. mai verður skeið um kyn, politikk og javnstøðu har dentur er á kvinnuliga luttøku í politikki. Uml. 100 ár eru liðin, síðani kvinnur fingu atkvøðurætt í Norðurlondum. Skeiðið viðger m.a., hvørja ávirkan kvinnulig luttøka í politikki hevur í mun til javnstøðu. Skráin fevnir um fyrilestrar frá politiskum luttakarum og serfrøðingum innan norðurlendska javnstøðusøgu. Ver við í kjakinum um rák, tiltøk og ábyrgd! Tiltakið verður fyriskipað av Norðurlandaráðnum undir íslendska formansskapinum í samstarvi við íslendska Vælferðarmálaráðið, íslendska javnstøðumiðdepilin og Vinnumálaráðið. Nærri kunning fæst við at venda sær til Vinnumálaráðið t-post: johanph@vmr.fo /Tlf. 556081 Ráðstevnan verður á norðurlendskum máli og endaliga skráin verður tøk í næstum