08.12.2008 · Umhvørvismálaráðið

Ráðstevna í Norðurlandahúsinum um vinnugransking og innovatión

Røða hjá Johan Dahl, landsstýrismanni í vinnumálum á ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum um vinnugransking og innovatión fríggjadag tann 5. desember 2008

Seinastu tíðina havi eg ofta hoyrt fólk siga, at nú er síðsta útkall – “Vit skulu burtur frá tí siðbundna til tað innovativa. Sagt verður, at vit hava brúkt næstan alla orkuna bara til fiskiveiðu, ráfiskakeyp og framleiðslu av fiskavørum. Vit eiga at flyta fokus umgangandi.”

Eg eri púra samdur í, at okkara vinnuliga grundarlag eigur ikki at vera ov smalt. Tað er umráðandi at hava dagførda vitan, at kenna altjóða rákið, at fylgja við og flyta seg. Samstundis hevur tað alstóran týdning at halda fast um tað, sum vit eru framúr dugnalig til.
Tað, sum eg haldi vera mest umráðandi, er, at brúka tað, sum vit duga best á ein slíkan hátt, at tað verður slóðbrótandi og unikt.
Høvuðsendamálið við hesum degnum í Norðurlandahúsinum, at varpa ljós á granskingar- og menningarøki, ið hava vakstrarpotentiali. Tey (input), sum eg vænti at fáa frá fyrilestrahaldarunum í dag, vilja eg starvsfelagar mínir í Tinganesi, brúka beinleiðis í okkara ætlanum fyri framman, at skapa optimalar karmar fyri gransking og innovatión.
Vit eru í einum týðandi broytingarskeiði, tí vit flyta okkum úr ídnaðarsamfelagnum til vitanarsamfelagi. Tað hevur við sær stórar avbjóðingar bæði fyri tann einstaka og fyri samfelagið. Um vit vilja tað ella ikki, so er tøknin so framkomin í dag, at tilber t.d. at leingja miðal-livialdurin hjá fólki við 30 árum. Vit hava eisini neyðugu tøknina til at staðfesta arvaligar sjúkur bæði hjá fólki og fiski.
 
Tøknilig frambrot og innovatión fremja kappingarførið og produktivitetin hjá vinnuni og harvið eisini livistøðið í landinum. Lond, sum hava fylgt miðvísari innovatiónsstrategi, hava hækkað livistøðið munandi. Drívmegin til innovatión eru tey hugskot, ið stinga seg upp í netverkum millum privatar fyritøkur og almennar stovnar, har fólk við m.a. vísindaligari bakgrund og tøknifrøðiligum førleika á høgum stigi starvast.
 
Tá tað ræður um innovatión og um at fjøltátta vinnulívið, er tað týdningarmikið at hava røttu fólkini, við røttu hugskotunum á rætta staðnum til røttu tíðina.
 
Hjá smáum fyritøkum ella einstaklingum kann fjarstøðan frá góðum hugskoti til ítøkiliga vinnuliga verkætlan ofta tykjast so mikið stór, at verkætlanirnar ongantíð koma víðari. Tí veruleikin er, at góð hugskot og framfýsni í sjálvum sær ikki eru nóg mikið. At hava neyðugan útbúnað, fígging, tól, vitan og samband við røttu fólkini er bæði kostnaðarmikið og tungt, og tí steðga nógv góð hugskot, næstan áðrenn tey hava sæð dagsins ljós.
 
Sambært altjóða ST-stovninum FAO verður eftirspurningurin eftir fiski í ár 2030 umleið 37 milliónir hægri enn í dag. Vanligur fiskiskapur hevur ongan sum helst møguleika at nøkta henda tørv. Her er alingin einasta svarið.
Sum fiski- og alivinnutjóð duga vit væl at veiða og framleiða góða rávøru. Á fleiri økjum hava vit góðar karmar. Vit hava handils- og veterineravtalu við ES. Vit arbeiða støðugt við at dagføra okkara regluverk á matvøruøkinum, og vit hava tað tilfeingi og vitan á hesum øki, sum skal til fyri at gera seg galdandi í altjóða høpi.
Eg haldi, at vit skulu raðfesta tað hægst, sum vit duga allarbest. Vit hava allar orsøkir til at vera sera stolt av okkara vitan og royndum frá bæði fiski- og alivinnuni. Tí henda vitan er av vitalum týdningi fyri at gera seg galdandi við stórum biotøkniligum frambrotum.
Sum dømi kann nevnast, at við verandi prísum á kollagen úr fiskaskræðu kann ein ávís hátøknilig fyritøka útflyta fyri 50 mió. kr. árliga. 2009 verður fyrsta árið við veruligari framleiðslu og málið hjá hesi fyritøku er komandi ár, at útflyta fyri 12 mió. kr. Nógvir pengar kunnu fáast við hátøkniligari gransking og framleiðslu úr fiskaúrdráttum, men 2009 verður helst árið, har tað væntandi verður prógvað, at hetta ber til í Føroyum.
Um vit vilja tað, so kunnu vit verða millum t.d. fremstu matvøruframleiðararnar í heiminum. Kanska ikki í nøgd, men so sanniliga í dygd. Men tað krevur, at vit raðfesta vørumenningina og marknaðarføringina av okkara vørum nógv hægri enn higartil.
Sum fiski- og alivinnutjóð, ella rættari matvøruvinnutjóð, ráða Føroyar yvir stórum og lætt atkomuligum fiskatilfeingi. Vit hava lutfalsliga góða atgongd til ES marknaðin, har ein hálv mia. fólk búgva, og har innfluttar verða yvir 6 mió. tons av fiskavørum (brutto), sum hava eitt virði yvir uml. 16 mia. euro.
Vit hava sostatt framúr góðar fortreytir fyri at gera okkum galdandi og skapa nakað unikt, og harvið skilja okkum frá øðrum, sum framleiða somu vørur sum vit. Vit kunnu, um vit eru innovativ, fáa ein nógv betri prís fyri okkara vørur.
Vitan og kapitalur fer av sær sjálvum har, sum umstøðurnar fyri vøkstri eru bestar. Tí er tað umráðandi at skipa eitt fakligt umhvørvi, har fólk, sum síggja nýggjar møguleikar og duga at arbeiða við handilsligum og tøkniligum hugskotum, kunnu samstarva og útveksla royndir.
 
Eitt av okkara málum eigur at vera at fáa eina røð av nýggjum innovativum fyritøkum, sum kunnu ganga á odda á altjóða marknaðinum ella verða undirleverandørar til stórar altjóðagjørdar fyritøkur.
 
Hvussu koma vit so víðari í hesi tilgongd. Ja, vit gera tað ikki við at skúgva tað til viks, sum vit eru best til. Nei, tað er ein samanrenning av tí siðbundna og tí framkomna. Við øðrum orðum, so skulu vit brúka tað siðbundna á ein heilt nýggjan hátt. Vit skulu ikki vera bangin fyri, at onkur fer at kenna seg traðkaðan á ella settan til viks.
 
Fyri at ítøkiliggera eitt av málunum fyri framman, so skal t.d. føroyskur alifiskur ikki enda sum ónavngivin vøra á altjóða marknaðinum. Vit hava vitan og førleika til at ganga á odda sum kvalitets matvøruframleiðari, so tað eigur ikki at vera nakar trupulleiki at liva upp til krøvini um t.d. sporførið hjá fiskinum.
 
Eg veit, at sjøtul er settur á fleiri sera viðkomandi vinnulívsrelateraðar PHD-verkætlanir. Afturvendandi avbjóðingin í hesum sambandi tykist vera tørvurin á fígging. Tí flestu føroysku fyritøkurnar eru fíggjarveikar, og á fíggjarlógini hevur ikki borið til at seta nøktandi upphæddir av til vinnugransking.
 
Um teir bestu karmarnir fyri at gera tey stóru frambrotini skulu fáast til vega, er neyðugt at hava ein dialog millum vinnuna og tað almenna. Tað er givið, at ábøtur skulu fremjast í strukturinum í føroysku vinnugranskingini. Føroysku fyritøkurnar skulu í størri mun gerast aktivir viðspælarar.
 
Eisini er neyðugt at gera raðfestingar á fíggjarlógini, herundir kannað hvørjar kostnaðarneutralar loysnir eru tøkar. Her hugsi eg um møguleikar fyri at broyta í galdandi stuðulsskipanum og møguleikar fyri at fáa kapital, sum longu er tøkur, men kanska liggur heldur passivur.
 
Henda ráðstevnan er eitt gylt høvi at skapa og útbyggja netverk, bæði millum tær einstøku fyritøkurnar, men eisini millum vinnuna og tað almenna.
 
Takk fyri !!!!