Hvussu tryggja vit burðardyggar arbeiðsmarknaðir í norðurlendska útjaðaranum?
Vinnumálaráðið skipar saman við danska arbeiðsmálaráðnum fyri ráðstevnu um burðardyggar arbeiðsmarknaðir í norðulendska útjaðaranum.
Í Norðurlondum er fólkatættleikin lutfalsliga lágur og íbúgvaratalið er lutfalsliga lágt. Eins og í øðrum pørtum av heiminum, flyta fleri og fleri til størru býirnar ella til onnur Norðurlond.
Samstundis er tað eitt endamál í Norðurlondum, at tað skal kunna bera til at búleikast allastaðni í londunum og í Føroyum og Grønlandi, og at inntøkurnar í útjaðaraøkjum ikki skulu vera munandi lægri enn í øðrum økjum. Hetta setur stór krøv til búskaparpolitikkin og hvussu arbeiðsmarknaðurin í útjaðaraøkjum verður skipaður.
Tað eru hesar avbjóðingar, ið verða tiknar upp á ráðstevnuni.
Á ráðstevnuni verða framløgur um ymsar nationalar og regionalar strategiir í sambandi við avbjóðingarnar at tryggja burðardyggar arbeiðsmarknaðir í útjaðaraøkjum í Norðurlondum.
Endamálið er at fremja sínámillum kveiking og læring.
Framløgur verða við granskarum, embætisfólki o.ø.
Ráðstevnan er ætlað politikarum, embætisfólki, pørtunum á arbeiðsmarknaðinum, granskarum og fyritøkum frá øllum Norðurlondunum, umframt øðrum við áhuga fyri tí evni, sum verður tikið upp á ráðstevnuni.
Tilmelding fer fram innan 7. august.
Leinki til skrá
Melda til her