24.11.2014 · Umhvørvismálaráðið
Ráðstevna í Føroyum komandi ár ”Arbeiðsmarknaðurin í norðurlendsku útjaðara- og oyggjasamfeløgunum"
Á fundi í Keypmannahavn hósdagin millum norðurlendsku arbeiðsmarknaðarráðharrarnar kunnaði danski arbeiðsmarknaðarráðharrin, Henrik Dam Kristensen, sum í 2015 yvirtekur formansskapin í Norðurlendska Ráðharraráðnum fyri Arbeiðslív, um donsku ætlanirnar í 2015, m.a. at ætlanin er, eftir uppskoti úr Føroyum, at halda eina ráðstevnu í Føroyum komandi ár (síðst í august) um arbeiðsmarknaðin í norðurlendsku útjagara- og oyggjasamfeløgunum.
Johan Dahl, landsstýrismaður, takkaði fyri, at hetta varð sett á skránna hjá danska formansskapinum í 2015, og vónaði, at Norðurlendska Ráðharraráðið fór at stuðla tiltakinum eisini fíggjarliga.