Vinnumálaráðið skipar í næstum fyri viðkomandi ráðstevnu um harðskap í familjuni. Ráðstevnan verður 19. september 2011 í Norðurlandahúsinum.
Ráðstevnan fer at varpa ljós á viðkomandi evni, so sum:
- Avbjóðingar hjá yrkisbólkum í sambandi við fráboðanarskylduna
- Viðgerð av harðligum monnum
- Børn og ung í harðskapsraktum heimum
- Føroysk gransking um børn, sum hava verið fyri harðskapi
- Seksuellur ágangur móti børnum og hvussu yrkisfólk kunnu handfara tílíkar støður
- Kvinnan í viðgongutíð, sum hevur verið fyri harðskapi, og umhvørvið, sum nýfødda barnið verður borið í
- Unnustuharðskapur
- Harðskapsraktar familjur í Føroyum
Fyrr í ár stóð Vinnumálaráðið á odda fyri heildarætlanini fyri harðskap í parlagnum og nærsambondum. Heildarætlanin varð gjørd saman við Almannamálaráðnum, Heilsumálaráðnum, Innlendismálaráðnum og Mentamálaráðnum.
Heildarætlanin verður sett í verk fyrst í 2012, men hevur Vinnumálaráðið merkt, at tørvur er á at varpa ljós á hetta evnið nú. Tað hevur eisini verið eftirspurningur frá fakbólkum, sum koma í samband við børn og vaksin, sum liva í familjum, ið eru raktar av harðskapi.
Á ráðstevnuni verður varpað ljós á hetta økið umframt á tær avbjóðingar, sum yrkisbólkar og myndugleikar kunnu møta í hesum sambandi.
Ráðstevnan er ætlað yrkisfólkum og myndugleikum, sum á ein ella annan hátt koma ella kunnu koma í samband við harðskapsraktar familjur – annaðhvørt talan er um børn ella vaksin. Dømi um yrkisbólkar eru pedagogar, lærarar, heilsufrøðingar, sálarfrøðingar, sosialráðgevar, løgreglufólk, ljósmøður, kommunulæknar, sjúkrarøktarfrøðingar o.o. Dømi um myndugleikar eru løgregla, sjúkrahús, Almannastovan, Nærverkið, barnarverndartænasturnar o.o. Annars er ráðstevnan eisini ætlað øllum, sum hava áhuga í evninum.