Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum og Eygló Harðardóttir, vælferðarráðharri Íslands, hittust á fundi seinnapartin í dag, har tey umrøddu flóttafólkamál og umstøðurnar hjá londunum báðum at taka ímóti flóttafólki.
Eygló Harðardóttir greiddi á fundinum frá um støðuna í Íslandi viðvíkjandi flóttafólkum, og um ætlanirnar hjá íslendsku stjórnini um móttøku av flóttafólki framyvir.
Poul Michelsen segði, at landsstýrið er áhuga í, hvussu íslendingar umsita flóttafólkamál, tí Ísland og Føroyar hava nógv til felags sum norðurlendskar smátjóðir. Umrøtt var hvussu hevði gingist at taka ímóti flóttafólki í Íslandi seinastu árini, og um samstarv millum íslendsku stjórnina og kommunurnar, og um leiklutin hjá Reyða Krossi og annað, sum hevur við móttøku av flóttafólki at gera.