Mánadagin fer landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum til Tokyo, har hann skal hitta japanska starvsbróður sín Tarō Kōno. Á fundinum skulu ráðharrarnir fyrst og fremst umrøða møguleikarnar fyri øktum samhandli millum Føroyar og Japan, men eisini hvussu bondini landanna millum kunnu styrkjast á øðrum økjum.
Á ferðini skal landsstýrismaðurin í eisini hitta Tadahiko Ito, umhvørvis- og matvøruráðharra. Poul Michelsen hevur áður hitt bæði Tarō Kōno og Tadahiko Ito.
Umframt fundirnar á ráðharrastigi, eru eisini vitjanir í tjóðartinginum og hjá ein av størstu sjógætisfyritøkunum í Japan á skránni.
“Japan er eitt búskaparligt, tøkniligt og politiskt stórveldi. Fyri Føroyar er tað umráðandi at hava sterk politiskt og vinnulig sambond við lond um allan heim, og í so máta er Japan við sínum 127 milliónum íbúgvum serstakliga spennandi,” sigur Poul Michelsen.