24.04.2016 · Umhvørvismálaráðið

Poul Michelsen til flaggdagshald í Brússel og London

Poul Michelsen til flaggdagshald í Brússel og London

Mánadagin 25. apríl luttekur Poul Michelsen landsstýrismaður á flaggdagshaldi í Brússel, sum Sendistova Føroya til ES skipar fyri. Á tiltakinum fara eisini Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost og Guðrið Højgaard, stjóri á Visit Faroe Islands at hava framløgur um føroyska alivinnu og ferðavinnu, og Leif Sørensen borðreiðir til móttøkuna.

Týsdagin 26. apríl hevur landsstýrismaðurin fund við Ceciliu Malmström, ES nevndarlimin í handilsmálum. Á skránni fyri fundin eru handilsviðurskifti millum Føroyar og ES.

Mikumorgunin 27. apríl er fundur millum landsstýrismannin og norska fiskimálaráðharran Per Sandberg um mál innan ali- og fiskivinnu.

Mikukvøldið luttekur landsstýrismaðurin á flaggdagshaldi í London, sum Sendistova Føroya í London skipar fyri. Meðan landsstýrismaðurin er í London skal hann eisini hava fundir við Arktisku tingnevndina, Føroyanevndina í bretska parlamentinum og bretska uttanríkisráðið.

Fríggjadagin hevur landsstýrismaðurin fund í Keypmannahavn við amerikanska sendimannin Rufus Gifford. Á skránni eru handilsviðurskifti landanna millum.