Poul Michelsen, landsstýrismaður, hevur tilnevnt stýrið fyri nýggja Filmshúsið.
Í stýrinum eru vald: Jan Berg Jørgensen, sum verður formaður, Marjun Niclasen og Jón Hammer, ið øll hava útbúgving og royndir innan film og miðlar, og eru virkin í Føroyska filmsumhvørvinum.
Jan Berg Jørgensen hevur m.a. verið við til at byggja upp filmsverkstaðin Klippfisk, sum hevur havt sera týðandi leiklut í at menna filmsførleikar og filmsfólk í Føroyum. Marjun Niclasen hevur tikið lut í filmsframleiðslum og skipað fyri filmsfestivalum og Jón Hammer hevur somuleiðis verið við í fleiri føroyskum og útlendskum filmsframleiðslum.
Stýrið fyri Filmshúsið fær eina stóra og fjølbroytta uppgávu. Í arbeiðinum fyri at birta upp undir film, sum vinnu, skal Filmshúsið vera ein savnandi depil og røkja eina røð av ítøkiligum uppgávum m.a.
- ráðgeva og leiðbeina føroyskum filmsfólkum,
- marknaðarføra føroyskan film uttanlands,
- marknaðarføra Føroyar sum filmsland,
- svara fyrispurningum innlendis og uttanifrá,
- vera til hjálpar í sambandi við filmsframleiðsur,
- miðla samband millum filmsaktørar,
- samstarva við viðkomandi partar um filmssavn,
- skipa fyri førleikamenning, harundir skúla og skeiðum,
- savna og miðla vitan um film,
- samstarva við filmsumhvørvið, myndugleikar o.o., so tryggjað verður, at vitan og førleikar verða gagnnýtt til fulnar.
Stýrið tekur á seg eina stóra uppgávu, sum heilt vist fær stóran týdning fyri menningini av føroyskari filmsvinnu og Føroyum sum filmslandi, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður, og ynskir teimum trimum góða eydnu við arbeiðinum.