Góðan morgun øll somul!
Sum landsstýrismaður í alimálum gleðir tað meg at fáa hetta høvið at hitta øll tykkum, sum dagliga starvast í alivinnuni.
Tí føroyska alivinnan er hugtakandi.
Vinnan er eftir fáum árum vorðin fremsta útflutningsvinna í Føroyum.
Í nýggjastu frágreiðingini hjá Búskaparráðnum, sum varð løgd fram í gjár, sæst, at útflutningsvirðið av alilaksi er meira enn tíggjufaldað í 10 ár. Útflutningsvirðið er nú útvið 3,7 milliardir krónur.
Broytingin frá djúpari kreppu eftir ártúsundskiftið og til høvuðsvinnu í 2017 er ikki komin av sær sjálvari.
Hóttafallið, sum føroysk alivinna fekk, tá ið ILA gjørdi um seg fyri 10 -15 árum síðani, lærdi okkum, at vit eiga at vera tilvitað um, at alivinnan má skipast í samljóði við ta náttúruna og tað umhvørvið, sum hon er partur av. Vinna og myndugleikar fingu í felag skapt eitt nýtt regluverk, sum, tá ið tað varð evnað til, mundi teljast millum tey mest framkomnu í heiminum.
Tað gav eitt gott og trygt grundarlag, sum framsóknar leiðslur og dugnalig starvsfólk í alivinnuni hava dugað at gagnnýtt til fulnar. Tað er ein samanrenning millum góða grundarlagið, høgar visiónir hjá vinnuni og lagalig marknaðarviðurskifti, sum vit í løtuni njóta gott av.
***
Tað skulu sterkir herðar at bera góðar tíðir, sigur orðatakið.
Í løtuni gongur tað sera væl í alivinnuni – og ein kann verða uppfataður sum ljósasløkkjari, um ein í hesum døgum ávarar um vandar, sum kunnu lúra. Eftir mínum tykki hava vit skyldu at læra av søguni, serliga tá ið søgan ikki er eldri enn so, at vit øll, sum her eru, minnast ta tíð, tá ið alivinnan var álvarsliga plágað av sjúkum.
Tí mugu vit frameftir taka neyðug atlit til náttúru og umhvørvi, djóravælveru og sjúkufyribyrging.
Hetta er ikki bara ein uppgáva fyri myndugleikar – okkum sum gera lógir ella hava eftirlit – men sanniliga eisini fyri alivinnuna sjálva.
Vit eiga øll at hava felags áhuga í at tryggja, at karmarnir um alivinnuna frameftir eru soleiðis háttaðir, at teir ikki einans tryggja lønsemi her og nú, men eisini viðvirka til eina vinnu, sum í longri tíðarhøpi livir í samljóði við vistfrøðiligu skipanina.
Á aliráðstevnuni í fjør vóru trupulleikarnir við laksalús ovurhonds stórir – og hóast støðan er betri, so er hon enn álvarslig. Vit hava skerpað regluverkið og aðrar broytingar eru ávegis.
Uppskot um broytingar í djórasjúkulógini er farið í Løgtingið og verður helst lagt fram í komandi viku. Broytingarnar merkja, at lúsateljingar frameftir gerast almennar. Eg veit, at tað eru ymiskar áskoðanir um hesa ásetingina, men persónliga haldi eg, at opinleiki er rætta leiðin. Ikki bara tá ið tað ræður um at fáa bilbukt við laksalúsini - opinleiki er ein dygd í sær sjálvum hjá eini vinnu í fremstu røð.
Høvuðsorsøkin til at gongdin við laksalús er vend, er, at tit í vinnuni kýta tykkum og royna eina fjøld av átøkum sum nýggjar smoltstøðir, størri smolt, nýggjar viðgerðarhættir, t.d. rognkelsi, brunnbátar og ymiskar vatnviðgerðir.
***
Sum kunnugt eru vit eisini í holt við at gera broytingar í alilógini.
Uppskotið varð í fyrstu atløgu evnað til av Vinnumálaráðnum í samráð við undirritaða. Seinni hevur tað verið í undanhoyring hjá fakligum myndugleikum og alifyritøkum, soleiðis at vit hava tryggjað okkum, at viðkomandi almennir og privatir førleikar hava kunnað gjørt sína ávirkan galdandi. Uppskotið er um at vera liðugt. Tað fer í politiska viðgerð og verður síðani sent til hoyringar. Væntandi verður tað lagt fyri Løgtingið seinni í vár.
Eg ætli mær ikki at greina lógaruppskotið í smálutir, men kann tó stutt nevna nøkur viðurskifti, sum tað fer at nerta við:
- Endamálsorðingin fer umframt lønsemi eisini at leggja dent á djóraheilsu og umhvørvi;
- Myndugleikarnir kunnu frameftir loyva øðrum enn aling av laksi, t.d. aling av tara, øðu og rognkelsi;
- Loyvt verður at ala á landi; og
- Bannað verður at ala á vøtnum.
Lógaruppskotið kemur umframt hesi viðurskiftini eisini at nágreina ymisk viðurskifti, sum kunnu tykjast ógreið í galdandi lóggávu.
Lat meg beinanvegin siga, at hóast lóggávan frameftir fer at loyva øðrum virksemi enn laksaaling á sjónum, so fara vit undir ongum umstøðum at seta grundarlagið undir verandi alivinnu í vanda.
Tí skal komandi alivirksemi av øðrum enn laksi sjálvandi liva upp til tey krøv, ið avvarðandi myndugleikar fara at seta.
***
Í oktober mánaði í fjør vitjaði eg China Fisheries & Seafood Expo í Qingdao, sum er størsta fiskivinnumessa í Asia. Har vitjaði eg m.a. básarnar hjá Bakkafrost og Luna.
Á messuni kom mær til hugs longu leiðina og stóru menningina, sum føroyska alivinnan hevur verið í gjøgnum seinastu mongu árini.
Eitt er, at tað er hugaligt at síggja, at vit eiga fyritøkur, sum ikki smæðast burtur á altjóða marknaðinum. Men slík fiskivinnumessa í heimsins fólkaríkasta landi er eisini áminning um, hvussu stóran týdning tað hevur fyri laksa- og fiskivinnufyritøkur, at føroyskt framleiddar vørur hava bestu atgongd til stóru keyparalondini.
Í løtuni verður arbeitt miðvíst fyri at fáa í lag fríhandil við lond sum Russland, Kina og Suðurkorea. Sum eitt stig á vegnum eydnaðist tað herfyri – í eini avtalu við Suðurkorea - at lækka innflutningstollin munandi. Tað er avgerandi, at Føroyar og føroyskar fyritøkur ikki detta burturímillum, men hava minst líka góða marknaðaratgongd sum okkara kappingarneytar.
Tað er tó als ikki nøkur løtt uppgáva fyri eitt land sum Føroyar at fáa í lag fríhandil við heimsins stórveldi. Vit eru fáment og okkara heimamarknaður er somikið lítil, at onnur lond ikki av sær sjálvum raðfesta fríhandil við Føroyar.
Vit hava tí ikki onnur vápn enn at gera vart við okkum og vera áhaldin. Vit mugu aftur og aftur søkja møguleikarnar, minna á okkara áhugamál og streingja á viðkomandi myndugleikar í fremmandum londum.
Vónandi er tað eisini soleiðis, at brúkarin í størri londum sær dygdina í føroyskum laksi og ynskir at kunna keypa hann í kapping við laks úr øðrum londum. Tí kann alivinnan sjálv eisini streingja á sínar keyparar um at ávirka myndugleikar í teirra londum, soleiðis at teir gerast tilvitaðir um virðið av fríhandli við Føroyar.
***
So enn eina ferð takk fyri heiðurin av verða boðin við her í dag.
Takk fyri.