Í dag var landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum á kurteisisvitjan hjá Carla Sands, amerikonsku sendifrúnni í Keypmannahavn.
Carla Sands tók við embætinum við ársenda í fjør og hetta er fyrstu ferð, hon hittir umboð fyri landsstýrið.
Poul Michelsen nýtti høvið at greiða frá um føroysk viðurskifti – serliga leiklutin hjá Føroyum í altjóða høpi og búskapargongdini seinnu árini. Eisini var komið inn á handilsviðurskiftini millum Føroya og USA, sum er triðistørsti marknaður fyri føroyskan útflutning. Í fjør seldu føroyskar fyritøkur fyri slakar 800 milliónir til USA, svarandi til sløk 10 prosent av samlaða útflutninginum.
Á fundinum umrøddu tey millum annað eisini broytiligu støðuna í heiminum í dag, har ábyrgdarfult samstarv og felagsskapur eru ein fortreyt fyri framburði.
”Bæði politiskt og handilsliga er USA ein týðandi samstarvsfelagi hjá Føroyum. Vit eru ein samrunnin partur av vesturheiminum, og standa saman um grundleggjandi frælsisvirði. Eisini frælsan handil, har tað er okkara greiða áhugamál at kunna keypa og selja á ymsum marknaðum – bæði fyri at spjaða váða og fyri at fáa sum mest burturúr,” sigur Poul Michelsen, landsstýrsmaður.
Carla Sands kemur eftir ætlan á vitjan í Føroyum í august. Á myndini sæst honum í turriklæði frá Guðrun og Guðrun, sum landsstýrismaðurin læt í gávu.