Umhvørvismálaráðið   >   Faroese Edition   >   Kunning   >   Tíðindi   >   Posta 40 ár
01.04.2016 · Umhvørvismálaráðið

Posta 40 ár

Posta 40 ár

Í dag 1. apríl 2016 setti Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, 40 ára hátíðarhaldið hjá Posta í Norðurlandahúsinum.

Røðan hjá landsstýrismanninum:

Góðan dag – og takk fyri heiðurin at seta hetta hátíðarhald.

Tað er ein hátíðardagur, nú 40 ár eru liðin, síðani føroyingar yvirtóku Postverkið.

Hendan dagin minnist eg væl. Tað vóru ikki so nógv frambrot tá á sjálvbjargnisleið. Henda yvirtøka er ein varði í okkara tjóðarbygging. Tí Postverkið er millum mest týðandi stovnar í samfelagnum.

Útbering av posti er partur av gerandislívinum hjá fólki, og øll hava vit eitt tilknýti til post og postútbering.

Sjálvur arbeiddi eg í postinum sum ungur drongur um 1960. Tað var altíð heitt, hugnaligt og lívligt at koma inn á Posthúsið, har fólk var til arbeiðis bæði á morgni og á kvøldi. Hetta vóru stuttligar løtur saman við kendum havnarmonnum: Pedda Post, sum stytsta dag plagdi at skimast eftir sólini inni hjá postmeistaranum. Zahle, sum tá arbeiddi inni á Posthúsinum saman við kontoristunum, ið altíð vóru kvinnur, og assistentunum, ið altíð vóru menn. Og so Ejler, Sámal, Jacob Pauli og Lava-Jákup í teimum eyðkendu reyðu postjakkunum við kongakrúnu á silvurknappunum.

Postur var tá – eins og nú – eitt álvarsmál. Posturin skuldi berast út, eisini jólaaftan. Jólini á Posthúsinum vóru serliga hugnalig, og á jólakortunum vóru altíð einglar, jólamenn og sjálvandi postboð, sum hoyrdu við til jólahugnan.

Eini jól bíðaðu vit eftir seinasta jólapostinum, sum kom við Tjaldrinum. Tjaldrið var seinkað, og eg sjálvur, saman við Ásmundi og Jákup Paula, koyrdi jólapakkarnar út til fólk í Havn í einum leigaðum bussi hjá Buss-Óla.

Tí Postverkið átti ikki bilar, bara súkklur. Fólk vóru blíð og vinarlig og bjóðaðu okkum bæði eitt og annað. Sum dagurin leið og sum angin av jóladunnum og reyðkáli tók til – gjørdist pakkarúgvan ein kampur - men hugsingur var ikki um at fáa frí, fyrr enn seinasti posturin var borin út, tí jólaposturin mátti berast út.

Postútberingin er ein kjarnufunktión í samfelagnum – og soleiðis hevur tað verið til allar tíðir.

Um vit leita langt aftur í søguna, so tók postútbering seg upp heilt afturi í fornøldini. Tað skrivaða orðið var grundarlag fyri, at fyrstu sivilisatiónirnar vórðu skipaðar. Í kjalarvørrinum á hesum kom tørvurin á at fáa eina skipaða útbering av skrivligum boðum. Eitt postverk er sum stovnur sostatt sprottin úr tørvinum á at loysa logistikk-uppgávur. Og hesar tænastur eru grundleggjandi fyri eitt og hvørt samfelag, eisini í dag.

Tíðirnar broytast tó. Menningin er hend við rúkandi ferð, síðani eg sjálvur arbeiddi á Posthúsinum í síni tíð. Ikki minst tey seinastu árini, har talgildingin av samfelagnum er farin fram. Samskiftið við pappírsbrøvum er minkað við rúkandi ferð, og verður kanska søga um nøkur ár.

Eins og tíðir broytast, broytist tørvurin støðugt. Tí er neyðugt at tey, sum veita tænastur til borgarar og samfelag, duga at umstilla seg til nýggjar tíðir.

Postverkið hevur verið gjøgnum eitt risa umskifti. Og Posta er eitt tað besta dømi um, hvussu ein almennur stovnur er umskipaður til nýggjar tíðir.

Gamaní er tørvurin at bera brøv út mestsum farin í søguna. Men við logistiskum tænastum hevur tað eydnast Posta at flyta seg frá at vera ein fyritøka grundað á almenna tænastuábyrgd til nú í størri mun at virka á vanliga privata marknaðinum. Tað er – sum sagt – ein spurningur um at laga sítt virksemi til nýggjan tørv og ein spurningur um at fáa búskapin haldføran.

Eg ivist tí onga løtu í, at Posta eisini í framtíðini fer at hava ein avgjørdan leiklut í teimum tænastum, okkum sum samfelag, tørvar. Og spennandi verður at síggja, hvussu menningin av Posta vil laga seg í framtíðini. Vit ynskja tykkum góða eydnu og blíðan byr á leiðini.

Hjartaliga til lukku við runda degnum og takk fyri.