Polyfosfat (eisini nevnt Carnal), sum higartil ikki hava verið góðkend at nýta til vátsaltaðan fisk, er nú endaliga góðkent at nýta í framleiðsluni av vátsaltaðum fiski. Polyfosfat er annars vanligt at nýta í kjøtframleiðslu o.tíl.
Á fundi í dag í “Standing Committee on the Food Chain and Animal Health” varð samtykt at loyva nýtsluni av polyfosfati í framleiðsluni av vátsaltaðum fiski. Hetta merkir, at polyfosfat nú eru á ES-positivlistanum yvir loyvd tilsetingarevni til vátsaltaðan fisk. Talan er um Diphosphatir (E 450), Triphosphatir (E 451) og Polyphosphatir (E 452).
Føroyska nýtslan av polyfosfati var eitt av høvuðskritikpunktum hjá ES-eftirlitsstovninum fyri matvørur FVO (Food and Veterinary Office), tá ið stovnurin var áeftirlitsvitjanini í Føroyum í 2011. Eftir hetta verður ein stutt skiftistíð, til góðkenningin kemur í gildi.
Føroyskir myndugleikar hava arbeitt saman við myndugleikum og vinnufeløgunum í øðrum londum, ið framleiða saltfisk, fyri at fáa polyfosfat á listan yvir loyvd tilsetingarevni, og eydnaðist hetta loksins í morgun.
Føroyar hava traditionelt framleitt og selt nógvan saltfisk til suðurevropa, serliga Spania og Italia, og er talan um týdningarmiklasta marknaðin fyri føroyskan saltfisk.